Allir partaeigarar rinda skatt í Føroyum

Av vinningsbýtinum hjá Bakkafrost upp á 403 milliónir krónur roknar felagið við, at 110 - 120 millionir krónur verða goldnar í kapitalvinningsskatti til føroyska landskassan.

 

Tilsamans eru yvir 4.300 partaeigarar í Bakkafrost úr 22 londum. Størsti parturin av hesum, góð 26 prosent, er úr Føroyum, 22 prosent úr Bretlandi og sløk 19 prosent úr Noregi.

 

Hóast 74 prosent av partaeigarunum í Bakkafrost búgva uttanlands, so rinda allir partaeigarar kapitalvinningsskatt í Føroyum.

 

– Tá vit gjalda út vinningsbýti, so er skatturin í miðal 29 prosent av útbýtinum. Tí tað veldst um, hvar tú býrt, hvussu tú verður skattaður í Føroyum av kapitalvinningi, segði Regin Jacobsen við Sosialin herfyri.

 

– Tey sum gjalda minst gjalda 15 prosent í skatti, og tey sum gjalda mest gjalda 35 prosent. Av tí at vit hava dupultskattaavtalur við Norra, so gjalda teir norsku partaeigararnir bara 15 prosent í kapitalvinningsskatti í Føroyum, segði Regin Jacobsen.

 

Um ein einstakur partaeigari í føroyskum felag eigur meira enn 10 prosent av partapeninginum, so er hann skattskyldugur í heimlandinum. Men eingin partaeigari í Bakkafrost eigur meira enn 10 prosent. Tí rinda allir partaeigarar í Bakkafrost kapitalvinningsskatt til føroyska landskassan.