Allir kunnu ikki vevja í øllum

- Tað eru ikki so nógv ár síðan, at allir skuldu fiska svartkjaft. Tá var nógvur svartkjaftur, og tað vóru nógv skip, sum royndu at sleppa uppí hendan fiskiskapin. Skip sluppu eisini uppí. Eitt úrslit av hesum er, at í dag eigur eitt hálendsk reiðarí ein triðing av føroysku svartkjaftakvotuni, sigur Kristian Martin Rasmussen

MAKRELUR

Reiðarin á verksmiðjuskipinum, Norðborg, heldur lítið um, at ísfiskaflotin undir Føroyum sær makrelin í føroyskum sjógi sum eitt alternativ til eitt nú upsaveiðina. Hann heldur tað ikki vera rætt, at fleiri skipabólkar leggja seg eftir beinleiðis veiði eftir hesum tilfeingi, men dámar betri tankan, at makrelur verður brúktur sum býtisfiskur, sum soleiðis kann koma øðrum skipabólkum til góðar.
Herfyri segði Tummas Justinussen, reiðari á ísfiskatrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni, at eingin eigur søgulig rættindi til makrelin undir Føroyum.

Slett ikki samdur
Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Norðborg, er als ikki samdur við sjónarmiðjunum hjá reiðaranum í Leirvík.
- Nei, hesum eri eg ikki samdur í. Tað ljóðar næsta sum hetta er eitt nýtt tilfeingi, sum er komið nú við makrelinum, men tað er púra burtur við. Makrelur hevur verið her í nógv Harrans ár, og vit hava eisini fiskað makrel í føroyskum sjógvi samanhangandi í eini 20-30 ár.
Reiðarin sigur, at føroysk skip fiskaðu makrel í føroyskum sjógvi seinast í áttatiárunum og eisini í nítiárunum, men vit vórðu faktist steðgaðir tá. Treytirnar vóru, at fiskaðu vit makrel í føroyskum sjógvi, sluppu vit ikki at fiska okkara part í norskum sjógvi.
- Tað hevur verið líka sum hugburðurin hjá teimum sum fiska, at makrelur hevur eitt størri virði í norskum sjógvi og ES-sjógvi, enn hann hevur í føroyskum sjógvi um summarið. Hetta gjørdi seg sjálvandi meiri galdandi fyrr, tá bátarnir ikki høvdu so góða køling, og ikki vóru so væl útgjørdir sum í dag.
Kristian Martin Ramussen vísir á, at í dag er kanska ikki tann veldugi munurin á fiskinum í føroyskum sjógvi og norskum og ES-sjógvi um summarið.
- At billa sær inn, at hetta er nakað nýtt, sum er komið nú við makrelinum er burtur við, leggur hann dent á.
Spurdur um tað var meiri makrelur í føroyskum sjógvi í fjør, enn tað áður hevur verið í hansara tíð, sigur reiðarin á Norðborg:
- Ja, makrelur hevur fingið eina aðra gongd. Hesin sami makrelur, sum altíð hevur verið her, hevur nú fingið eina aðra gongd. Hvussu gongdin hevur verið longri afturi í tíðini, vita vit sjálvsagt ikki heilt. Uppisjóvarfiskur er soleiðis, at hann broytir gongd – alt eftir, hvussu umstøðurnar eru, bæði hiti, æti og annað. So, tað er rætt, at tað er meiri makrelur er í føroyskum sjógvi nú.
Tummas Justinussen, reiðari á Polarhavi og Stjørnuni helt, at tað býtið, sum landsstýrismaðurin gjørdi í fjør, har uppisjóvarflotin fekk 70% av kvotuni, var burtur við.
Men er Kristian Martin Rasmussen samdur við Tummasi í hesum?
- Tað eru myndugleikarnir, sum gera av, hvussu býtast skal. Eg haldi, at um myndugleikarnir byrja at broyta ov nógv upp á hetta, verður einki skil í. Tað hevur verið siðvenja, at bólkarnir hava síni fiskasløg at halda seg til, og tað gongur upp og niður hjá bólkunum. Viðhvørt gongur tað betri í Barentshavinum og viðhvørt gongur tað verri, og soleiðis er eisini hjá uppisjóvarflotanum. Hjá heimaflotanum síggja vit eisini, at gongur viðhvørt er við – og viðhvørt er hon ímóti.

Skapar trupulleikar
Reiðarin á Norðborg heldur, at um myndugleikarnir byrja at bróta hetta, sum hann tekur til, væntar hann, at trupulleikar standast í seinna enda.
- Tað eru ikki so nógv ár síðan, at allir skuldu fiska svartkjaft. Tá var nógvur svartkjaftur, og tað vóru nógv skip, sum royndu at sleppa uppí hendan fiskiskapin. Skip sluppu eisini uppí. Eitt úrslit av hesum er, at í dag eigur eitt hálendsk reiðarí ein triðing av føroysku svartkjaftakvotuni við tað, at nýggj skip komu inn, og tað var so nógv til av svartkjafti.
Kristian Martin sigur, at sjálvur heldur hann tað vera rætt, at hildið verður fast um tað mystur, sum er – og ikki fer at bróta ov nógv inn í hjá hvørjum øðrum.
Men hvat heldur reiðarin á Norðborg um, at ísfiskaflotin fær endurgjald fyri, at makrelurin kanska er í harðari kapping við upsa undir Føroyum um føðina?
- Nei, tað haldi eg slett ikki. Tað ber eftir mínum tykki ikki til at býta tilfeingið eftir, hvussu føðiketan háttar sær – hvør ið etur hvønn. Tað er altíð ein spurningur um, hvør etur hvønn, sigur Kristian Martin Rasmussen.

Sum býtisfiskur
Tummas Justinussen, reiðari, helt, at fiskimálaráðið kanska eigur at býta nøkur tons av makreli um við eitt nú tosk hjá øðrum, so ísfiskaflotin undir Føroyum fær eitt bein at standa á aftrat.
Hvat heldur uppisjóvarreiðarin um hetta?
- Tað er eitt sjónarmið, sum eg havi forstáilsi fyri. Eg skilji væl, at man sær eina ójavnvág í. Hetta er ein máti, sum eftir mínum tykki kann brúkast. Hetta verður eisini gjørt í dag. Vit býta makrel um við russar, sum aftur gevur føroysku flakatrolarunum kvotur í russiska partinum av Barentshavinum. Vit býta eisini sild um tosk í Grønlandi, eins og vit býta uppisjóvarfisk um við Ísland. Hetta er einki ónatúrligt, um rúm er fyri hesum, og hesum kann vera skil í. Men at allur flotin skal fara at leggja um at fiska makrel fyri tað, um nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi nú – tað haldi eg heilt lítið um. Tað meini eg veruliga, tí tað eru aðrir og skilabetri mátar at gera tað upp á, sigur reiðarin á Norðborg.

Føroyska kvotan
Men hevur Kristian Martin Rasmussen nakað boð upp á, hvussu stóra makrelkvotu landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at áseta Føroyum í ár, nú semja heldur ikki fekst millum strandalondini um felagsbýtið fyri 2011?
- Eg havi fleiri ferðir sagt á fundi, at so leingi, vit ikki hava eina avtalu, og Føroyar hava boðað frá, at vit meta okkum at eiga 15% av heildarkvotuni, at vit skulu halda okkum til hetta – fyri at hava eitt mynstur í. Í fjør góvu 15% 85.000 tons, og nú heildarkvotan er nakað størri, verður føroyski parturin eisini nakað størri í ár enn í fjør.
Og so til seinast.
Hvussu heldur reiðarin á Norðborg so, at býtið av føroyska partinum skuldi sæð út í ár?
- Tað havi eg ikki nakað boð upp á. Nú vilja allir sleppa uppí. Tað verður snakkað nógv, og nógv lobby-arbeiði fer fram. Eg vóni bara, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, finnur eina skilagóða loysn.
Kristian Martin Rasmussen leggur dent á, at tað eru aðrir mátar at regulera upp á enn at fara og blanda alt saman og lata allar bólkar fiska alt, tí tað ber slett ikki til.
- Vit hava eisini gulllaks. Nú gongur við við gulllaksi, men fóru øll skip at fiska gulllaks, so hevði tað eisini verið liðugt. Um allir farin í Barentshavið, so gongur tað heldur ikki. Eg haldi, at vit eiga at halda skil á hesum – og ikki blanda alt saman, sigur reiðarin á Norðborg, Kristian Martin Rasmussen.