Eftir tveir dystir í EM bólki B, har Føroyar eru eitt av liðunum, hava italsku heimsmeistararnir bert fingið eitt stig, og teir liggja í botninum saman við Føroyum.
Í dag segðist úr Italia, at nýggi landsliðsvenjarin Roberto Donadoni var um at fáa fótin, men nú er helst líkt til, at hann fær ein kjans afturat.
Í teimum báðum undanfarnu landsdystunum hevur Donadoni bert brúkt ein part av liðnum, sum vann HM í Týsklandi í summar, men nú lovar hann at boðasenda øllum teimum, sum mannaðu sterka italska landsliðið í Týsklandi. Teirra millum er eisini Francesco Totti, sum annar ætlaði at halda ein steðg frá landsliðsfótbólti.
Næsti dysturin hjá Italia verður ímóti Ukraina fyrst í næsta mánaði.