Allir flokkar á løgtingið verða við í politiska fylgibólkinum, sum skal gera uppskot um nýggja pensjónsskipan. Og nú skal eingin siga nakað alment um uppskotið Fyrrapartin hava politisku flokkarnir havt fund um nýggju pensjónsskipanina, og allir flokkarnir hava gjørt semju um at viðgera skipanina í einum politiskum fylgibólki.
- Allir flokkar eru umboðaðir í hesum arbeiði, sum tekur støði í tí áliti, sum ein embætismannabólkur undir Fíggjarmálaráðnum hevur lagt fram, verður sagt í fráboðan frá teimum seks politisku flokkunum á løgtingi.
Politiski fylgibólkurin miðar eftir, at flokkarnir hava funnið semju um nýskipanina áðrenn 1. oktobur 2009.
- Fyri at politisku tingingarnar ikki verða óneyðugt órógvaðar, eru flokkarnir samdir um, at meðan bólkurin arbeiðir, verður ikki farið út í fjølmiðlarnar við uppskotinum. Arbeiðið verður sjálvandi gjørt í samráði við avvarðandi partar, siga flokkarnir í felags fráboðan.
Tá politiska arbeiðið er liðugt, verða lógaruppskotini send til hoyringar. Eftir ætlan leggja flokkarnir lógaruppskotini um nýskipanina fram á Løgtingi 13. novembur 2009.










