DANMARK 1. DEILD
Tað gongur so væl, sum tað kann bera til at ganga, hjá feløgunum í næstbestu deildini í Danmark, har føroyskir spælarar eru við í kappingini um plássini á besta liðnum.
Mikukvøldið varð ein útsettur dystur á skránni. Nú hava øll feløgini spælt ellivu landskappingardystir í part, og sæð frá føroyskum sjónarhorni, sær støðutalvan áhugaverd út. Horsens, sum hevur Johan B. Hansen á liðnum, er oddalið við 23 stigum, og stavn um stavn í kappingini um næstfremsta plássið, eru Fremad Amager, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar, og Frem, sum sunnudagin hevði Jón Róa Jacobsen sum tvífaldan málskjútta (tvær ferðir málskjútti við høvdinumaftaná hornaspørk), og sum mánadagin á heimasíðuni hjá felagnum varð kosin besti spælarin sunnudagin.
Gunnar Nielsen er hvørja ferð eykamálverji hjá Frem.
Lítil leiklutur
Útsetti dysturin mikukvøldið var á Odense stadion, har Fremad Amager vitjaði botnliðið Dalum. Nýggi venjarin hjá Fremad Amager, Benny Johansen, hevði givið Hjalgrími Elttør boð um at vera við í Odense ferðini saman við Andrew av Fløtum og tólv øðrum spælarum. Í fleiri vikur hevur Hjalgrím annars ikki verið partur av besta liðnum.
Eftir málleysan 1. hálvleiki vann Fremad Amager 3-1. Sigurin bar við sær, at Fremad Amager flutti fram á næstfremsta plássið. Lagið í felagnum er ógvuliga gott. Í fjør stríddust teir alt kappingarárið fyri at sleppa undan niðurflytingini, og hóast teir í summar vónaðu, at tað hesa ferð skuldi roynast betri enn tað, so hevur eingin droymt um, at felagið skuldi blanda seg í stríðið um uppflyting. Enn er langur vegur á mál, og tað fer neyvan at eydnast felagnum at varðveita framúr góðu støðuna. Men tann løtan, sum er góð, er ikki ring, sum tað plagar at verða tikið til.
Synd er at siga, at føroyski leikluturin var serliga stórur á Fremad Amager liðnum mikukvøldið. Hjalgrím Elttør var á beinkinum allar 90 minuttirnar, og fyri fyrstu ferð í fleiri umfør taldist Andrew av Fløtum ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð settur inn í álopið, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Tað var akkurát, tá ið Fremad Amager hevði økt um munin til 3-1.
Leygardagin skal Frem spæla á heimavølli móti Næstved. Sunnudagin skal Fremad Amager í torføran útidyst móti SønderjyskE, meðan Horsens skal spæla á heimavølli móti AB.