Allir føroyingar skulu eiga tunlarnar

Kaupthing hevur sett seks milliónir í tunnilsætlanina, og teir fara at bjóða øllum føroyingum at seta pengar í íløgu, sum tað verður roknað við fer at bera seg

SKÁLAFJARÐARTUNLARNIR

Higartil hava Nes kommuna, Sjóvar kommuna og Runavíkar kommuna rindað hundrað túsund krónur fyri tað fyrireikingararbeiðið, sum er gjørt í sambandi við tunnilsætlanina á Skálafjørðinum.
Nú er brúk fyri fleiri pengum, og Kaupthing hevur bjóðað seg fram.
- Vit skrivaðu til allar teir føroysku fíggingarstovnarnar og til Kaupthing og Íslands bankan. Teir báðir síðst nevndu svaraðu. Í báðum førum var talan um áhugaverd tilboð, og vit hava gjørt av at samstarva við Kaupthing, upplýsti Ingi Højgaard, ein av stigtakarunum, á fundinum á Svangaskarði mánakvøldið.
- Kaupthing hevur sett seks milliónir av til ætlanina. Felag verður ikki stovnað, fyrrenn tað verður greitt, um ætlanin verður til nakað sambært uppleggið, sum nú er á borðinum. Kaupthing ætlar sær bara ein lim í nevndini. Fýra skulu tær tríggjar kommunurnar eiga - ein úr Sjóvar og ein úr Nes kommunu - og tveir úr Runavíkar kommunu. Fyrireikararnir skulu so eiga ein lim.
Kristian Petersen frá Kaupthing segði á fundinum á Svangaskarði, at teir meta ætlanina at vera rættuliga spennandi og at vera fíggjarliga heilt realistiska.
- Um ella tá ið ætlanin verður veruleiki, so fara vit at bjóða øllum føroyingum at seta pengar í felagið, ið verður stovnað. Útrokningarnar siga, at tað eigur at fara at loysa seg at seta pengar í felagið. Tað, sum ikki verður eginpeningur, verður neyðugt at fáa til vega við lánsfígging, og tá fara vit í Kaupthing at bjóða okkum fram sum lánsveitara, segði Kristian Petersen.
Hvør skal gera arbeiðið er ikki greitt. Um tað verður hetta her nevnda felagið, sum fær konsessiónina, so fara teir at bjóða arbeiðið út, ella fara teir møguliga í samráðingar við felag ella feløg, sum hava royndir í tunnilsarbeiðum av hesum slagnum.
Símun Johannesen, limur í fyrireikingarbólkinum, undirstrikaði, at grundarlagið, sum teir hava arbeitt eftir, er, at talan skal vera um ætlan, ið skal bera seg fíggjarliga.
- Tá ið vit hava fundast við kommunurnar, so hevur aftur og aftur verið frammi, at sambandið tvørtur um fjørðin er ikki minni týdningarmikið, enn sambandið suðureftir er tað. Men samstundis er veruleikin soleiðis, at tað ikki ber til at gera arbeiðið, um tað ikki ber seg út frá handilsligum treytum. Verkætlanin kappast við farleiðina, sum er umvegis Norðskálatunnilin og Sundalagið. Um prísurin tann vegin fer at verða lægri, enn hann verður í undirsjóvartunnlinum, so fer fíggjarliga grundarlagið undir ætlanini at detta burtur. Hesin veruleikin er drívmegin undir ætlanini, staðfestir Símun Johannesen.
Hesi trý árini, sum fyrireikingarbólkurin hevur arbeitt, hava teir eitt nú verið í sambandi við og havt vitjan frá pf. Spølur, sum rekur undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði í Íslandi, og teir hava eisini havt samband við norskan ráðgeva, sum hevur við Norðoyatunnilin at gera.