Øll fýra føroysku liðini eru framvegis á lívi, nú fyrru dystirnir eru spældir.
Víkingur vann týskvøldið 2-1 á heimavølli í meistarakappingini.
Í dag taptu NSÍ og B36 á útivølli. Í báðum førum var úrslitið 2-1. Tað hevur sera stóran týdning at skora mál á útivølli í europeisku kappingunum. Tað gjørdu bæði NSÍ og B36, og harvið hava bæði liðini møguleika, tá ið tey um eina viku skulu spæla á heimavølli.
Í kvøld átti KÍ heimavøll á Tórsvølli ímóti svenska høvuðsstaðarfelagnum AIK. Úrslitið var málleysur javnleikur. Tað vil siga, at um tað skuldi eydnast KÍ at skora eitt mál í Stokholm um eina viku, so verður neyðugt hjá AIK at skora tvey mál.
-Undan hesum dystinum roknaði eg við, at vit høvdu tvey ella trý prosent møguleika fyri at spæla okkum víðari í næsta umfar. Eftir málleysa javnleikin í kvøld er møguleikin øktur til tíggju prosent. Tað vil siga, at AIK er framvegis stórfavorittur, men møguleikin hjá okkum er eitt vet størri, enn hann var, sigur væl nøgdi KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.
KÍ venjarin er stak væl nøgdur við avrikið, sum hansara spælarar vístu í kvøld. Teir arbeiddu ein fyri allar og allir fyri ein – allar 93 minuttirnar.
-Vit vóru sera væl fyrireikaðir. Vit vistu, hvussu teir fóru at spæla, og spælararnir fylgdu taktikkinum til fulnar. Undan hesum dystinum var einki trýst á svenska liðnum. Eftir avrikið og úrslitið í kvøld eiga teir at kenna eitt ávíst trýst á sær. Tí er tað sera spennandi hjá okkum at fara til Stokholm og spæla um eina viku, sigur Mikkjal Thomassen.
Á in.fo varð fylgt við gongdini, sum tað sæst longri niðri í hesi greinini.
KÍ-AIK 0-0
Nomme Kalju - B36 2-1 (1-0)
1-0 Deniss Tjapkin, 13.
1-1 Patrik Johannesen, 49.
2-1 Dimitrijeve 79.
Dinamo Minsk – NSÍ 2-1 (1-0)
1-0 Nikola Lukic, 42.
2-0 Oleksandr Noyok, 52.
2-1 Petur Knudsen, 86.
Dinamo Minsk – NSÍ klokkan 16:30
Nomme Kalju – B36 klokkan 17:30
KÍ – AIK Stokholm klokkan 19:00
----
KÍ-AIK 0-0
93 minuttir. LIÐUGT
90 minuttir. Tríggir minuttir verða lagdir aftrat - teir verða tungir hjá KÍ spælarunum, sum hava arbeitt so nógv, og sum framvegis bera høvdið høgt.
88 minuttir. Sama støða og sama gongdin. AIK spælararnir stríðast fyri at skora sigursmálið, men tað bilar nógv við hugfloginum.
85 minuttir. Bólturin er mest á svenskum fótum, og tað mesta gongur fyri seg á KÍ hálvuni. Hóast KÍ spælararnir hava arbeitt sera nógv, so eru tað framvegis fokuseraðir og væl skipaðir í verjupartinum.
80 minuttir. AIK spælararnir eru frustreraðir og ilskast, tí teir halda, at KÍ spælararnir pjaka sær nógv í sambandi við deyðbóltsstøður, og tá ið málverjin hevur bóltin.
76 minuttir: Hjalgrím Elttør avloysir Jóannes Bjartalíð.
NÚ hevði AIK fínt uppspæl og innlegg úr høgru. Skotið varð av brotsteigarmarkinum, men ein av sviunum var so óheppin at forða fyri, at bóturin fór ímóti málinum, har Meinhardt Joensen var væl plaseraður.
75 minuttir. Eftir long innkast frá Hørði Askham eru tað spentar støður í AIK brotsteiginum, men tað verður ikki meiri enn næstan vandamikið.
72 minuttir. Innskiftu spælararnir vísa gott hegni, og teir hava longu verið tvær ferðir við í tøttum samanspæli í KÍ brotsteiginum.
68 minuttir: AIK skiftir tveir nýggjar menn inn: Av vøllinum fara Blomberg og Thern, og í teirra stað verða settir ávikavíst Olsson og Goitom.
65 minuttir. KÍ avrikið er framvegis gott. Eftir langt innkast frá Hørði Askham úr høgru smekkar Jákup B. Andreasen til úr 20 metrum og mitt fyri, men bólturin fer væl omanfyri málið.
60 minuttir. Framvegis hugaligt KÍ avrik. Klaksvíkingar vísa sjálvsálit og bjóða aftur og aftur av í álopspartinum.
Ísak Simonsen sær gula kortið.
55 minuttir: KÍ spælir við væl størri sjálvsáliti. Jóannes Bjartalíð leggur við frísparki innfyri úr vinstru, og tað er vandamikið í brotsteiginum. Tað er meiri lív í KÍ leguni - bæði á og uttanfyri vøllin.
51 minuttir: Besta KÍ atsóknin. Jóannes Bjartalíð sneiðir seg til baklinjuna og leggur so innfyri. Páll A. Klettskarð og Albert Adu eru tætt við, og tá ið Ísak Simonsen leggur innfyri aftur er Semir Hadzibulic tætt við.
48 minuttir: Tað er heilt týðuligt, at AIK spælararnir hava fingið boð um, at nú skal ferðin vera hægri, og at tað nú skulu vera fleiri royndir ímóti KÍ málinum.
46 minuttir: Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru við frá byrjan. AIK gevur bóltin upp.
HÁLVLEIKUR
0-0
45+1 minuttir: Besta AIK royndin, men Meinhardt Joensen tveitir seg og bjargar lættliga.
45 minuttir: Ein minuttir lagdur aftrat.
43 minuttir: Tað er synd at siga, at gestirnir vísa hugflog í framrættaða partinum. Leikferðin er ógvuliga lág.
40 minuttir: KÍ er framvið eftir langt innkast úr høgru, men einki spyrst burturúr.
37 minuttir: Svenskt fríspark úr 21 metrum og mitt fyri, men bólturin verður sendur upp um bæði manngarð og mál.
34 minuttir: So var KÍ í gjøgnumbroti í vinstru. Fínt uppspæl endar við at stungið verður fram til Ísak Simonsen, sum tuskar eftir bóltinum, men hann er akkurát ov seinur.
31 minuttir: Framvegis málleyst. AIK hevur fleiri ferðir hug at bróta ígjøgnum í vinstru, men enn bíða vit eftir stórum málmøguleika. Síðstu løtuna hevur KÍ so at siga ikki verið frammanfyri miðstrikuna.
26 minuttir: Nú er tað væl styttri millum spentu støðurnar í KÍ brotsteiginum. Meinhardt Joensen hevur bjargað tvær ferðir.
Klaksvíkingar arbeiða nógv, og tað kann væl vera, at tað fer at kosta seinni, men nú fáa vit at síggja.
22 minuttir: Kanska hevur AIK nú hug at vísa meiri áhuga við at leggja meiri fyri kropsliga, men talan er framvegis ikki um serligar møguleikar - burtursæð frá ikki vandamiklum innleggi og horna.
15 minuttir. Eftir langt útspark frá Meinhardti Joensen spælir Albert Adu til Páll Klettskarð, sum roynir seg av brotsteigarmarkinum eitt vet til vinstru, men málverjin bjargar lættliga.
10 minuttir: So var tætt við, at KÍ legði seg framum. Jóannes Bjartalíð legði fríspark úr høgru og fram til nærra stólpa, har miðverjin Ahmed Mujdragic royndi seg, og bólturin fór dygst framvið.
AIK hevur fyri tað mesta havt bóltin, uttan at talan hevur verið um vandamiklar støður.
01 minuttir: KÍ søkir at norðara ella ovara málinum.
00 minuttir: Liðini eru á veg inn á vøllin. Merkisvert er tað, at tað er Meinhardt Joensen, sum skal verja KÍ málið, meðan Kristian Joensen situr á beinkinum.
00 minuttir: Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Gundadali. Tað eru nógvir áskoðarar í vestara skýlinum.
KÍ-AIK Stokholm kl. 19.
KÍ: Meinhardt Joensen –Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Hørður Askham - Ólavur Niclasen, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Ísak Simonsen – Albert Adu, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Kristian Joensen, Hjalgrím Elttør, Tórur Justesen, Dion Splidt, Heðin Klakstein, Jóannes K. Danielsen og Steinbjørn Olsen
Venjari: Mikkjal Thomassen
AIK: Oscar Linnér – Sauli Vёisänen, Jesper Nyholm, Nils-Eric Johansson – Daniel Sundgren, Johan Blomberg, Amin Affane, Anton Salétros – Stefan Ishizaki, Eero Markkanen
Nomme Kalju - B36 2-1 (1-0)
1-0 Deniss Tjapkin, 13.
1-1 Patrik Johannesen, 49.
2-1 Dimitrijeve 79.
LIÐUGT
2-1
90 minuttir: Fýra minuttir lagdir aftrat.
86 minuttir: Róaldur Jakobsen sær gula kortið.
85 minuttir: Gestur Bogason Dam sær gula kortið.
79 minuttir 2-1: Dmitrijev
Í staðin fyri at B36 legði seg framum, so var tað heimaliðið, ið minuttin eftir skoraði.
78 minuttir: Risa møguleiki til Hannes Agnarsson, men tað er framvegis javnleikur.
75 minuttir: Christian R. Mouritsen avloysir Benjamin Heinesen hjá B36.
71 minuttir: B36 heldur tørn, og leikgongdin er tann sama. Nú er langt síðani, at talan var um stóran málmøguleika.
65 minuttir: Framvegis sama støða. B36 tykist hava gott tak á spælinum.
58 minuttir: Hannes Agnarsson avloysir Odmar Færø, sum fer skaddur av vøllinum.
MÁÁL, 1-1 B36, Patrik Johannesen, 49 minuttir: So hevur B36 javnað í Estlandi. Eftir frálíka gott B36 uppspæl, endaði tað við at bólturin varð spældur niðan á Patrik Johannesen, ið fyrst móttók bóltin, og síðani smekkaði til við vinstra beinið til 1-1.
45 minuttir, hálvleikur: So er hálvleikur í Estlandi, har Nomme Kalju er á odda 1-0 móti B36. Málið kom eftir fríspark úr vinstru síðu, sum miðverjin, Deniss Tjapkin, skallaði í málið. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki er B36 komið alsamt betur við í dystin.
44 minuttir: Róaldur Jakobsen royndi seg fyri løtu síðani við góðum skotið. Hóast B36 er aftanfyri, eru teir væl við í dystinum í Estlandi.
34 minuttir: Tað er framvegis 1-0 til Nomme Kalju í Estlandi, men B36 hevði fyri løtu síðani sína fyrstu atsókn á málið hjá mótstøðuliðnum.
29 minuttir: Støðan í Estlandi er framvegis hin sama, 1-0 til Nomme Kalju. Talan er um ein dyst við fáum málmøguleikum. Hóast B36 hevur hótt estlendska liðið nakrar ferðir, hevur B36 ikki fingið skrásett nakað skot á málið hjá mótstøðuliðnum.
21 minuttir: Nú var um reppið at tað bleiv 2-0 til Nomme Kalju, eftir at Tórður Thomsen fór skeivur av innleggið. Men Tórður Thomsen megnaði sjálvur at bjarga støðuni, ið annars sá út til at gerast vandamikil.
18 minuttir: B36 hevur hesa seinastu løtuna verið væl við, har teir í tí eina førinum fingu tvey hornaspørk. Serliga fyrra hornasparkið var við at gerast vandamikið, men endaði við at fara framvið øllum í brotssteiginum.
MÁÁL, 1-0 Nomme Kalju, Deniss Tjapkin, 13 minuttir: So hevur Nomme Kalju lagt seg á odda 1-0 í Estlandi móti B36. Málið kom eftir innlegg úr vinstru síðu, har verjuleikarin, Deniss Tjapkin, skallaði innleggið í kassan aftanfyri Tórð Thomsen í B36 málinum.
5 minuttir: Tað hevur gingið javnt á hesa fyrstu løtuna í Estlandi, har B36 hevur verið í álopsstøðu nakrar ferðir fyrstu løtuna. Tað hevur heimaliðið tó eisini.
1 minuttur: So hevur dómarin bríkslað dystin í Estlandi í gongd, har Nomme Kalju tekur ímóti B36. Merkisvert við uppstilingini hjá B36 er, at hon er meira verjukend enn í Føroyum. Patrik Johannesen, ið vanliga spælir sum fremsti maður, spælir í dag til vinstru á miðvøllinum, meðan Lukasz Cieslewicz liggur uppi sum einsamallur áleypari.
B36: Tórður Thomsen - Erlendur Magnussen, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Gestur B. Dam - Benjamin Heinesen, Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Eli F. Nielsen, Patrik Johannesen - Lukasz Cieslewicz
----
22 minuttir: Kanska hevur AIK nú hug at vísa meiri áhuga við at leggja meiri fyri kropsliga, men talan er framvegis ikki um serligar møguleikar - burtursæð frá ikki vandamiklum innleggi og horna.
15 minuttir. Eftir langt útspark frá Meinhardti Joensen spælir Albert Adu til Páll Klettskarð, sum roynir seg av brotsteigarmarkinum eitt vet til vinstru, men málverjin bjargar lættliga.
10 minuttir: So var tætt við, at KÍ legði seg framum. Jóannes Bjartalíð legði fríspark úr høgru og fram til nærra stólpa, har miðverjin Ahmed Mujdragic royndi seg, og bólturin fór dygst framvið.
AIK hevur fyri tað mesta havt bóltin, uttan at talan hevur verið um vandamiklar støður.
01 minuttir: KÍ søkir at norðara ella ovara málinum.
00 minuttir: Liðini eru á veg inn á vøllin. Merkisvert er tað, at tað er Meinhardt Joensen, sum skal verja KÍ málið, meðan Kristian Joensen situr á beinkinum.
00 minuttir: Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Gundadali. Tað eru nógvir áskoðarar í vestara skýlinum.
KÍ-AIK Stokholm kl. 19.
KÍ: Meinhardt Joensen –Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Hørður Askham - Ólavur Niclasen, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Ísak Simonsen – Albert Adu, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Kristian Joensen, Hjalgrím Elttør, Tórur Justesen, Dion Splidt, Heðin Klakstein, Jóannes K. Danielsen og Steinbjørn Olsen
Venjari: Mikkjal Thomassen
AIK: Oscar Linnér – Sauli Vёisänen, Jesper Nyholm, Nils-Eric Johansson – Daniel Sundgren, Johan Blomberg, Amin Affane, Anton Salétros – Stefan Ishizaki, Eero Markkanen
----
Dinamo Minsk – NSÍ 2-1 (1-0)
1-0 Nikola Lukic, 42.
2-0 Oleksandr Noyok, 52.
2-1 Petur Knudsen, 86.
90 minuttir, liðugt: So er dysturin í Minsk í Hvítarusslandi liðugur, har NSÍ tapti 2-1 móti hvítarussisku Dinamo Minsk. Talan er um serstakliga flott úrslit hjá NSÍ, sum í fjør tapti 5-0 móti Shaktyor Soligorsk í sama landið. Serliga flott er tað, at NSÍ hevur fingið eitt útivallarmál við sær til seinnu uppgerðina, sum verður spæld á Svangaskarði um eina viku.
88 minuttir: NSÍ ger sína triðju og seinastu útskifting. Jónleif Højgaard kemur á vøllin fyri Árna Frederiksberg.
MÁÁL, 2-1 til Dinamo Minsk, Petur Knudsen (NSÍ), 86 minuttir: So hevur NSÍ minkað um munin í Hvítarusslandi, og tryggjað sær eitt umráðandi mál við til seinnu uppgerðina. Tað var innskifti, Petur Knudsen, ið skoraðði málið fyri NSÍ.
72 minuttir: Jann Benjaminsen hjá NSÍ kemur á vøllin fyri Tobias Wittus Olesen. Jann Benjaminsen var eisini um at koma til góða støðu, sum tó varð steðgað av einum Dinamo Minsk leikara.
70 minuttir: NSÍ skifti annars út fyri løtu síðani, tá Petur Knudsen kom inn á vøllin fyri Bárð Jógvansson Hansen.
67 minuttir: Dystargongdin í Hvítarusslandi er hin sama. Dinamo Minsk er greitt omaná leikliga.
60 minuttir: Gongdin í dystinum í Hvítarusslandi er hin sama. Tað er Dinamo Minsk, ið setur dagsskránna, meðan NSÍ fyri tað mesta liggur í verjustøðu. Støðan er enn 2-0 til Dinamo Minsk.
MÁÁL, 2-0 Dinamo Minsk, Oleksandr Noyok, 52 minuttir: So eru vertirnir úr Hvítarusslandi á odda 2-0 í Minsk. Málskjúttin eitur Oleksandr Noyok.
50 minuttir: So er annar hálvleikur í Hvítarusslandi byrjaður, har heimaliðið hesar fyrstu fimm minuttirnar hevur havt tvær atsóknir á NSÍ málið. Hjá NSÍ ræður um at fáa so gott útgangsstøðið við sær sum gjørligt.
45 minuttir, hálvleikur: Tað er hálvleikur niðri í Minsk í løtuni, har Dinamo Minsk er á odda 1-0 móti NSÍ. Málið kom fyri NSÍ á einum keðiligum tíðspunkti, tí bert tríggir minuttir restaðu í til hálvleiks. Higartil hevur Dinamo Minsk havt 11 atsóknir á málið hjá NSÍ, meðan NSÍ hevur havt tvær atsóknir á málið hjá vertunum.
MÁÁL, 1-0 Dinamo Minsk, 42 minuttir, Nikola Lukic: So eydnaðist tað Dinamo Minsk at leggja seg á odda niðri í Hvítarusslandi. Málið kom eftir innlegg úr teirra høgru síðu, har Nikola Lukic fekk prikað eitt innlegg í málið handan Símun Rógva Hansen í NSÍ málinum.
40 minuttir: Higartil hevur NSÍ hildið Dinamo Minsk frá stórum málmøguleikum. Størsti málmøguleikin hjá Dinamo Minsk hevur higartil verið eitt langskot, sum Símun Rógvi Hansen í NSÍ málinum tók væl. Í dystinum liggur NSÍ mestsum bara á egnari hálvu og verjir.
30 minuttir: NSÍ er væl skipað í verjupartinum, har mótstøðuliðið hevur torført við at bróta teir niður. Higartil sigur statistikkurin at Dinamo Minsk hevur havt 5 skot á mál í dystinum, meðan NSÍ hevur havt 2 skot á mál.
20 minuttir: Tað er ógvuliga heitt í Hvítarusslandi, har stig mátarin vísir um tey 30 stigini. NSÍ hevur tó staðið væl hesa fyrstu løtuna, har Klæmint Olsen fyri løtu síðani eisini royndi seg við langskoti.
15 minuttir: Tað er framvegis 0-0 í Minsk, har NSÍ hetta fyrsta korterið hevur staðið væl. Vertirnir hava sjáldan verið vandamiklir, og fyri løtu síðani hevði NSÍ sína fyrstu roynd, tá Árni Frederiksberg royndi seg við frísparki.
5 minuttir: Tað hevur gingið væl at hildið stand hjá NSÍ fyrstu løtuna av dystinum. Vertirnir úr Minsk hava havt tvey hornaspørk, sum tó ikki hava verið vandamikil.
2 minuttir: Merkisvert við NSÍ uppstillingini er, at teir hesaferð spæla við fimm í verjuni, trimum á miðjuni og tveimum áleyparum.
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Bárður Hansen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv. Tobias Olesen – Karl Løkin, Betuel Hansen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen