SEV setti í 2004 - sum eina roynd - í verk eina fjaravlestrarskipan fyri størri virkir, stovnar og elverkini. Harumframt vóru eisini nøkur sethús í Hoyvíkshaganum bundin í skipanina.
Tilsamans vóru skiftir út 200 elmálarar, sum vóru partur av royndarverkætlanini við fjaravlestri.
Royndirnar, ið vardu í tvey ár, eydnaðust somikið væl, at SEV í 2006 tók avgerð um, at allir elmálarar í landinum skuldu bindast í fjaravlestrarskipanina.
Tað eru umleið 24.000 elmálarar í Føroyum, og allir hesir skulu sostatt takast niður, og nýggir skulu setast upp, sum kunnu samskifta við fjaravlestrarskipanina.
Fólkini, sum higartil hava bankað uppá í hvørjum húsi í landinum og lisið málarar fyri SEV, fara at fækka í tali, so hvørt fleiri fjaravlisnir málarar verða settir upp. Nýggju elmálararnir eru talgildir, men teir minna um gomlu elmálararnar.
Higartil eru umleið 3.000 nýggir elmálarar settir upp ymsastaðni í landinum. Fyrsta bygdin, ið varð bundin í fjaravlestrarskipanina, var Skúvoy. Síðani eru hesar bygdir komnar aftrat: Sørvágur, Vatnsoyrar, Kvívík, Nólsoy, Hamarin á Argjum, Oyri, Oyrarbakki, Norðskáli, Svínáir, Ljósá, Tjørnuvík og partvíst Eiði.
Í øllum nýggjum útstykkingum kring landið verða eisini teir nýggju, talgildu elmálararnir settir upp.
Sostatt ber í øllum hesum plássum nú til hjá SEV at fjaravlesa elmálararnar og harvið eisini fáa virðismiklar upplýsingar um elkervið og góðskuna á spenninginum út til kundarnar.
Dánjal Jógvan Hansson, leiðari á innleggingardeildini hjá SEV, sigur á heimasíðuni teirra, at miðað verður eftir,at allir málarar eru skiftir í 2018.