Allir eiðisborgarar skulu duga fyrstuhjálp

Jógvan í Skorini sigur, at tað er ein eyka trygd fyri øll, um bygdafólkið kennir til grundleggjandi vitan um fyrstuhjálp og hjartastartarar.

Eiðis kommuna bjóðar nú øllum borgarum sínum skeið í fyrstuhjálp. Hetta verður gjørt í samband við, at kommunan eisini hevur keypt tveir hjartastartarar afturat til bygdina, men lítil bati er í teimum, um eingin veit, hvussu teir skulu nýtast.

 

Jógvan í Skorini sigur, at tað er ein eyka trygd fyri øll, um bygdafólkið kennir til grundleggjandi vitan um fyrstuhjálp og hjartastartarar.

- Betri fyrivarin enn eftirsnarin, sum man sigur. Vit skuldu endurnýggja skeiðið hjá nøkrum starvsfólkum í kommununi og valdu tí at geva øllum bygdafólkinum møguleikan at taka eitt skeið í fyrstuhjálp, sigur borgarstjórin á Eiði.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan í Skorini.

 

Les eisini Lívbjargandi fyrstuhjálp til allar borgarar