Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at tað í løtuni als ikki er spælandi á Sandi, Skála og í Klaksvík.
Tí er avgerð tikin um, at allir dystirnir í Formula-deildini í dag eru útsettir.
- Ætlandi verða dystirni í staðin spældir týsdagin klokkan 16, men veðrið kann sjálvandi eisini arga tá, so hetta verður sagt við fyrivarni, sigur Sveinur Tróndarson.










