Italski miðilin "Football Italia" skrivar nú, at høvuðsvenjarin hjá Juventus, Massimiliano Allegri skal verða venjari í Premier League komandi summar.
Sambært Football Italia er leiðslan í Manchester United byrja at lurta eftir tí stóru misnøgd, sum er millum tey mongu Manchester United viðhaldsfólkini um tað vánaliga og lítið undirhaldandi spælið liðið vísir undir Louis van Gaal.
Football Italia umrøður eisini, at summir spælarar mistrívast undir Louis van Gaal, og tí er leiðslan í Manchester United farin at hyggja eftir einum avloysara komandi summar, og sambært Football Italia er avloysarin Massimiliano Allegri.