Margretha Næss, sum fekk kærleikskúluna í morgun, hevði eina greiða áheitan á landsins myndugleikar.
- Fái lógarfest, at allar lærubøkur skulu lesast inn og vera tøkar hjá næmingunum sum ljóðbøkur, segði hon í takkarrøðu síni.
Tað var júst vegna sítt undangonguarbeiði at fáa føroyskan skaldskap lisnan inn sum ljóðbøkur, at hon fekk viðurkenningina í morgun.
Margretha Næss sat sum formaður í Meginfelag teirra brekaðu í mong ár (felagið eitur nú Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum). Meðan hon sat har, gjørdist hon varug við tørvin, blind og sjónveik høvdu á at fáa atgongd til føroyskan skaldskap. Ongan ljóðbøkur vóru, men fyrst í áttatiárunum fór hon av sínum eintingum undir at gera føroyskar ljóðbøkur.
- Fyrsta vit gjørdu var at søkja ymiskar grunnar um stuðul og so hvørt sum nokk av stuðuli var, lósu vit eina bók inn. Í 2000 fingu vit stuðul frá Almannastovuni, sum tað æt tá, og síðani 2004 hava vit havt eina fasta játtan frá Mentamálaráðnum, greiðir Margretha Næss frá. Í dag metir hon, at um 400 føroyskar bøkur eru tøkar sum ljóðbøkur.
- Vit hava alla tíðina roynt at hildi starvsfólkakostnaðin niðri, so einans eitt fólk hevur verið knýtt at arbeiðinum. Vit vildu ikki, at játtanin skuldi hvørva í lønarútreiðslum, sigur hon.
Margretha Næss fór frá fyri aldur í fjør, men aðrar kreftir hava tikið yvir arbeiðið.
- Mín styrki hevur verið at finna fólk at lesa bøkurnar inn og tryggja, at tað arbeiðið verður gjørt. Tann, sum hevur tikið yvir eftir meg, dugir sera væl at fáa bøkurnar út, sum er stóra avbjóðingin hjá okkum nú. Eitt er at vit mugu fáa fleiri bøkur sum ljóðbøkur, men vit mugu eisini tryggja, at tær vera atkomiligar á netinum, tí tíðin er um at fara frá fløgum, sigur Margretha Næss.
- Ljóðbøkur eru ein styrki hjá blindum og sjónveikum, men sanniliga eisini hjá lesi- og skriviveikum. Tí er tað okkara vón, at allar lærubøkur eisini verða tøkar sum ljóðbøkur. Hetta kann lyfta lesi- og skriviveiku næmingarnar fram á leið, sigur Margretha Næss.
Tí hevur hon hesa áheitan á politisku skipanina.
- Fái lógarfest, at allar lærubøkur skulu lesast inn og vera tøkar hjá næmingunum sum ljóðbøkur.