- Tað er ikki av tilvild, at tað hevur eydnast at venda gongdini.
Tað sigur Firouz Gaini, granskari um nýggju kanningina sum vísir, at føroyskur ungdómur bæði roykir og drekkur nógv verri enn javnaldrarnir í Íslandi.
Men í Íslandi hava tey megnað at vent gongdini.
Tað hava tey klárað, tí at myndugleikarnir hava tikið granskingina til sín og hava miðvíst brúkt hana í teimum átøkum, teir hava sett í verk fyri at fáa ungddómin at broyta atferð.
Íslendingar hava ikki bara latið kanningarnar gera. Teir hava eisini miðvíst brúkt tær, tá ið teir hava lagt ungdómspolitikkin til rættis.
Eitt úrslit, sum er heilt týðiligt, er, at tess minni tey ungu eru saman við foreldrunum, tess verri roykja og drekka tey.
- Tað er eisini týðiligt, at tað er neyvt samband ímillum ítrótt og annað skipað ungdómsvirksemi, og misbrúkið hjá ungum av tubbakki og rúsdrekka.
- Tess meiri ítrótt tey ungu íðka, minni roykja og drekka tey, sigur granskarin.
Hinvegin leggur hann dent á, at tað er tað skipaða virksemi, sum ger munin.
- At nøkur ung fara út við einum bólti og spæla eitt sindur, vísir seg ikki at hava hevur somu gagnligu ávirkan sum tað skipaða virksemi, sigur hann.
Hann sigur, at tískil gera íslendingar rættiliga nógv burtur úr at stuðla skipaðum ungdómsvirksemi.
Íslendingar hava eisini lagt stóran dent á, at styrkja foreldrafeløg og samstarv ímillum foreldrum.
Hann heldur, at ein góður máti er at fáa foreldrini at draga eina línu, tá ið tað kemur til náttarlív o.s.fr.
- Fyri tað um ein ungur fortelur fyri foreldrunum, at eitt av vinfólkunum sleppur at vera seint uppi, er tað ikki vist, at tað passar.
Íslendingar hava eisini havt eina miðvísa herferð ímóti royking og rúsdrekka og so er forboðið fyri ung at ganga úti seinni enn eitt vist um næturnar.
Firouz Gaini sigur, at ein orsøk til, at tað hevur eydnast at venda gongdini, er, at teir hava tikið granskingina til sín og hava miðvíst skipað síni átøk eftir tí.
Sostatt eru bæði politiska myndugleikan, bæði staðbundnar myndugleikar og landsmyndugleikar, skúlaverk, almannaverk og onnur, sum hava við ungdómsviðurskifti at gera, drignir upp í árbeiðið.
- Tískil hava íslendingar skipað eitt umfatandi samstarv ímillum allar góðar kreftir.
- Tað kann minna um okkara SSP- samstarv, bara nógv meiri umfatandi, har eisini foreldrafeløg og felagsskapir av alkyns slagi eru við.
Eitt heilt serlig tiltak, íslendingar hava sett í verk, er, at tað er banna ungum undir ávísan aldur at verða úti eftir ávísa klokkutíðir um kvøldið.
Firuz Gaini sigur, at hann hevur skilt á íslendingum, at hetta er ein skipan, tey slett ikki eru so illa nøgd við.