Fyrsta atgongumerkið til altjóða fótbólt á sumri í ár 2000 verður lutað út seinnapartin í morgin. Tað verður annað hvørt B36 ella KÍ, sum í Gundadali fær trygdina fyri altjóða luttøkuni. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava útlendskan venjara, og bæði Tony Paris hjá KÍ og Tomislav Sivic hava tað álit á sínum monnum, at tað skal eydnast teimum at basa mótstøðumonnunum, og báðir venjararnir ynskja ikki at dylja, at tað fer at passa teimum ógvuliga illa, um teirra lið stendur eftir við silvurkrónunum, meðan mótstøðumenninir fáa gull og nýggja løgmanssteypið.
Liðformaðurin
verður við
Tað hevur ofta verið nevnt, at bæði B36 og KÍ skulu hava nógv fólk og harvið breiðan hóp, men landskappingardystirnir síðsta mánaðin hava víst, at bæði B36 og KÍ hava lyklaspælarar, sum teir illa kunnu vera fyri uttan.
Jens Kristian Hansen, liðformaðurin hjá B36 og landsliðnum, hevur verið skaddur í nógvar vikur. Í fyrstu atløgu var tað ein tá, og so var tað eitt brákað rivjabein.
? Vit hava saknað Jens Kristian Hansen nógv, men hann hevur vant alt meiri og meiri við okkum, hann verður við í morgin, og tað er ein kærkomin styrkur hjá okkum, sigur Tomislav Sivic, venjari hjá B36.
Landsliðsmaðurin verður við
John Hansen, einasti maðurin hjá oddaliðnum, sum var í landsliðshópinum, tá Skotland og Bosnia vóru á Svangaskarði, var ikki við í Fuglafirði síðsta sunnudag. Fyrr í vár hevði hann trupulleikar av einum liðbandsskaða í knænum, og nú hevur hann havt trupulleikar av einum skað í hinum knænum.
? John Hansen verður klárur í morgin. Hann kundi kanska havt spælt í Fuglafirði, men vit valdu at goyma hann til finaluna, og tað kemur væl við hjá okkum at hava hann við, sigur Tony Paris, venjarin hjá KÍ. Allir hinir spælararnir hjá klaksvíkingum eru tøkir, og ein maður verður á beinkinum, sum ongantíð hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ áður. Hann eitur Jonathan Paris. Talen er um seytjan ára gamla sonin hjá venjaranum. Hann er komin til Klaksvíkar fyri ikki so langari tíð síðani, og plássið hjá honum er á miðvøllinum.
Ungi maðurin hitaði upp í Fuglafirði, men hann kom ikki inn, og vit spyrja KÍ venjaran, um tað ikki er vandi fyri, at klaksvíkingar fáa ta fatan, at venjarin tekur sonin hjá sær framum aðrar, sum hava vant nógv ogleingi:
? Tað kann hugsast, at tað er ein vandi fyri hasum, men eingin skal vera í iva um, at eg seti í minsta lagi somu krøv til sonin hjá mær, sum eg seti hinum spælarunum.
Tá hann var venjari í Klaksvík í 1977 og 1978 var lítið veiggj í KÍ, sum var mitt í einum ættarliðsskifti. Venjarin er sera fegin um gongdina higartil í ár:
? Vit hava vunnið sjey landskappingardystir, ein er endaður við javnleiki, og vit hava bara tapt eina ferð. Ein sigur í finaluni hevði verið krúnan á verkið á fyrra partinum av kappingini, tað verður torført móti B36, men tað gevur okkum eyka sjálvsálit, at vit fyri stuttum megnaðu at vinna móti teimum í landskappingini.
Hava meiri í sær
Tomislav Sivic sigur seg vera væl nøgdan við soleiðis sum liðið hjá honum hevur spælt tær síðstu vikurnar, men hann hevur áður sagt í Ítróttarsosialinum, at hann er vónsvikin av úrtøkuni, sum hann avgjørt ikki heldur hevur staðið mát við gongdina úti á vøllinum.
? Vit hava spælt okkum til nógvar møguleikar, men vit hava ikki fingið nyttu burturúr. Um vit í morgin megna at fáa størri úrtøku, so vinna vit. Tað styrkir eisini um sjálvsálitið hjá okkum, at verjuparturin er vorðin tryggari. Eitt er at Egin Høgnesen er góður í málinum, og eitt annað er, at við honum í málinum er samskiftið í verjupartinum nógv styrknað, og tað eigur at hava við sær, at tey mistøkini, sum hava kostað so nógv, ikki verða endurtikin. jh










