útiguAllar gudstænastur í dag eru avlýstar, sigur Fólkakirkjan.
Allar gudstænastur, sum skuldu vera í dag, bæði innandura og uttandura, eru avlýstar. Tað eru boðini frá Fólkakirkjuni, eftir at 16 nýggir smittutilburðir við koronu vórðu staðfestir í gjár.
Á Tórsvølli í Havn skuldi vera útigudstænasta. Somuleiðis eitt nú í Fuglafirði og í Stakka í Sørvági.