Allar Føroyar í kloakk um fýra ár

Nú verður tað eitt krav til allar kommunur, at seinast í 2010 skulu øll kloakkviðurskifti verða fingin í rættlag, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum

Kloakkir
 

Tað skerst ikki burtur, at í nógvum bygdum og býum kring alt Føroya land eru ongar ella vánaligar kloakkskipanir.
Sostatt er tað nógva staðni, at hús ikki hava rottangar, umframt at eisini nógvar aðrar kloakkir renna út áir og firðir og tað er lítið tespuligt.
Men nú skal skil fáast á viðurskiftunum.
Jacob Vestergaard ætlar nú at seta eina kunngerð í gildi, har tað verður eitt krav til allar kommunur at hava fingið øll kloakkviðurskiftií rættlag í seinasta lagi í 2010.
Men hetta er ein kunngerð, sum hevur verið ávegis leingi, tí tað var longu fyrst í 2003, at seinasta hond varð lagt á hana í umsitingini.
Síðani hevur kunngerðin ligið í skuffuni, men nú hevur Jacob Vestergaard so funnið hana framaftur.
- Eg ætli mær at senda hana til hoyringar nú, so at vit fáa sett hana í gildi í ár, sigur hann við Portalin.
- Endamálið við kunngerðini er at tryggja, at kloakkspillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda, sigur hann.
 
Kommunurnar fáa fýra ár
Hann sigur, at sostatt leggur kunngerðin upp til, at allar kommunur hava góðkendar kloakkskipanir í 2010.
Jacob Vestergaard sigur, at hetta er ein spurningur, sum arbeitt hevur við leingi.
Einaferð í nítiárunum fingu kommununar 10 ár til at fáa góðkendar kloakkskipanir allastaðni.
Men tað er misjavnt, hvussu tað hevur hepnast og summastaðni hevur hepnast illa.
Hann ásannar, at nógvar kommunur hava arbeitt við málunum, men nógva staðni hevur tað ikki verið nóg miðvíst.
- Nógva staðni í stórum bygdum eru ongar kloakkir og fleiri hús hava heldur ikki rottangar og tað sømir seg ikki nútíðini at beina allan lort á sjógv, eisini bókstaviliga sagt. 
Tí heldur landsstýrismaðurin, at nú er tíðin búgvin at at seta tað fram sum eitt krav, at í 2010 skulu allar kommunur hava fingið viðurskiftini í rættlag.
Hjá summum kommunum verður hetta eitt  tungt, fíggjarligt tak.
Men Jacob Vestergaard heldur, at fyri at koma á mál, er tað rætt at hava tað sum eitt beinleiðis krav til kommunurnar, tí annars er so skjótt, at tær kunnu freistast til at raðfesta onnur mál hægri, so at kloakkirnar alla tíðina verða koyrdar afturum.