Allar corona-royndirnar, ið hava verið gjørdar um vikuskiftið, eru negativar. Tveir føroyingar hava higartil fingið staðfest corona-virusið, meðan í alt 33 fólk eru avbyrgd.
Nógv tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggu teirra halda til á Hotel Vágum.
– Tey níggju fólkini á Hotel Vágum eru øll væl fyri og hava javnan samband við Bjarna á Steig, yvirlækna, sum umboðar Heilsumálaráðið. Ein skipan er fingin í lag, har tey avbyrgdu sleppa út tvær ferðir um dagin, skrivar Heilsumálaráðið.