Allan toppskjútti í føroyingauppgerðini á Akureyri

Tað endaði við javnleiki millum føroyingaliðini, KA og ÍBV

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld millum liðið hjá Allani Norðberg og Nicholas Satchwell, KA og liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV.

 

Dysturin endaði við javnleiki 32-32. KA var á odda 20-15 í steðginum. Heilt móti endanum misti KA bóltin tá teir vóru á odda 32-31, og í næsta álopinum javnaði ÍBV til javnleik 32-32.

 

Tað gekk framúr væl hjá Allani Norðberg, ið saman við Patréki Stefánssyni gjørdist toppskjútti hjá KA við átta málum. Nicholas Satchwell sum er í harðari kapping við Bruno Bernat at verja málið hjá KA hevði níggju bjargingar í dystinum í kvøld.

 

Fyri at eggja Allani til er hallarvarparin hjá KA byrjaður at spæla "Grøv nr 13" hjá Dynamitt, ið er ein av yndissangunum hjá Allani. Hetta skrivar Morgunblaðið sum royndi at fritta Allan um hendan serliga føroyska sangin. 

 

Dánjal Ragnarsson fekk eina útvísing, men einki mál fyri ÍBV í kvøld. 

 

Sunnudagin 3. mars verður føroyingauppgerð millum ÍBV og Fram, ið er liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen. Komandi sunnudag spælir KA móti Vali á útivølli.

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
FH15427:37624
Haukar15451:40924
Valur15433:38122
ÍBV15447:44420
Stjarnan15440:42718
Selfoss15400:39715
KA15424:43115
Afturelding14403:39614
Fram15416:43012
Grótta14371:3809
HK15395:4443
Víkingur15338:4302
Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is