Allan í starv sum byggifrøðingur

Starvsbroytingar eru farnar fram á teknisku deild hjá Runavíkar kommunu.

 

Runavíkar kommuna hevur sett Allan Norðgerð í starv sum byggifrøðing. Hann byrjar í starvinum hin 1. juni í ár. Allan er útbúgvin timburmaður og hevur seinni lært til byggiteknikara og byggifrøðing.

- Allan Norðgerð hevur havt egið virki og hevur haraftrat drúgvar arbeiðsroyndir sum verkætlanarleiðari, bæði í Føroyum og uttanlands, vita tey í Runavíkar kommunu at siga í dag.

Samstundis, sum Allan Norðgerð verður byggifrøðingur hjá kommununi, verður farloyvisstarvið hjá Pálli Olsen, sum hann varð settur í hin 1. november í 2019, uppstigað til fast starv.