Allan skoraði fimm mál í ótrúligum javnleiki á útivølli

Allan Norðfoss, Áki Egilsnes og Nicholas Satchwell, og hinir í KA framdu ein ótrúligan endaspurt í útidystinum móti FH á Hafnarfirði ígjár

 

Allan Norðberg, Áki Egilsnes, Nicholas Satchwell og hinir í KA høvdu torføran útidyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini ígjár móti FH í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði.

Dysturin endaði við einum ótrúligum javnleiki 31-31, og fekk KA eitt kærkomið stig við sær aftur til Akureyrar.

Tá bert tveir minuttir vóru eftir var FH trygt á odda 31-27, men sum mangan verður tikið til: "Tveir minuttir er leingi í hondbólti", og hetta mátti FH ásanna. KA megnaði at skora fýra mál seinastu tveir minuttirnar og knógvaði ein góðan javnleik heim.

Nicholas Satchwell hevði sambært Morgunblaðnum 11 bjargingar í dystinum. Allan Norðberg skoraði fimm mál meðan Áki Egilsnes skoraði eitt mál. Áki fekk eina tveir minuttirs útvísing í dystinum. 

Komandi sunnudag fær KA ein gyltan møguleika at vinna ein sigur. Tá taka teir í KA móti ÍR á Akureyri. ÍR hevur enn einki stig vunnið í kappingini.

Vilhelm Poulsen skoraði trý mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál fyri Fram, ið á útivølli vann 22-19 á Þór Akureyri. Í steðginum var Fram aftanfyri 9-10. Rógvi fekk eina tveir minuttirs útvísing í dystinum. 

Sunnudagin spælir Fram á útivølli móti oddaliðnum, Haukar.

Støðan:

 

Lið:DystirMálStig
1. Haukar6170:14210
2. FH7198:1799
3. ÍBV6174:1619
4. Afturelding6146:1449
5. Valur7204:1908
6. Selfoss5130:1247
7. Fram7162:1627
8. Stjarnan6156:1625
9. Grótta7169:1745
10. KA6151:1515
11. Þór Ak.7162:1882
12. ÍR6145:1900