Grundað á fíggjarligu støðuna og gongdina á Landssjúkrahúsinum eru Heilsumálaráðið og Allan Skaalum vorðin samd um, at Allan Skaalum fer úr starvinum sum sjúkrahússtjóri. Orsøkin er, at Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður hevur ikki longur álit á, at Allan Skaalum megnar at stýra útreiðslunum á nøktandi hátt sum sjúkrahússtjóri.
Allan Skaalum tekur ikki undir við, at hann kann lastast fyri ta fíggjarligu støðu, sum er íkomin og sum hevur ført við sær at søkt er um eykajáttan, men sum støðan er, ynskir hann kortini at gera eina fráfaringaravtalu.
Landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at Turid Arge, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, verður virkandi sjúkrahússtjóri í fyrsta umfari.
Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag.