Allan Simonsen tvey á afturat í Føroyum

Landsliðsvenjarin var stak væl nøgdur við venjingarstøðuna, sum finalan vísti, at spælararnir eru í

Tað hevur verið roknað við tí, og sunnudagin varð tað staðfest, at Allan Simonsen eisini í HM undankappingini, sum tað verður farið undir komandi ár, skal standa á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum. Úrslitini síðani summarsteðgin í fjør hava havt við sær, at tað hevur ikki verið torført hjá Torleifi Sigurðsson og hansara monnum at taka avgerðina, og venjarin hevur áður sagt fyri Ítróttarsosialinum, at hann var áhugaður í at halda fram.

Fyri føroyskan fótbólt kemur tað væl við, at hesin spurningurin longu nú er avgreiddur, og tað er einki at ivast í, at tað hevur týdning fyri eina pinkutjóð at hava ein so kendan mann við, tá tað verður farið úr um landoddarnar. Og so skulu vit leggja afturat, at tað er gleðiligt, at gongdin gjørdi tað so lætt hjá FSF at taka asvgerðina. Tí tað er neyvan langt frá sannleikanum, tá vit meta, at fyri einum ári síðani var tað ikki so nógv, sum talaði fyri, at sáttmálin skuldi leingjast. Lagið var einki serligt eftir 5-0 ósigurin í Estlandi, og hevði gongdin ikki vent so radikalt eftir summarsteðgin, so var sáttmálin neyvan longdur við venjaran. Úrslitini teir síðstu ellivu mánaðirnar hava prógvað, at tað gongur rætta vegin, og tá sáttmálin varð undirskrivaður í steðginum í steypafinaluni segði venjarin, at hann framvegis roknar við, at stór úrslit bíða eftir føroyska liðnum, sum hann roknar við kann koma longir upp á altjóða styrkislistan.


Góð venjingarstøða

Allan Simonsen staðfesti aftaná finaluna, at liðini høvdu víst, at venjingarstøðan er so góð, sum hon ongantíð áður hevur verið í føroyskum liðfótbólti:

? Hetta er at frøast yvir og fer eisini at koma landsliðnum til góða. Bæði liðini gera mistøk, og tað kemst ikki minst av, at ferðin var so høg. Tað vóru nógv landsliðsevni á vøllinum, og teir flestu landsliðsmenninir stóðu seg væl. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at liðformaðurin hjá okkum, Jens Kristian Hansen, tykist vera á veg at koma fullkomuliga fyri seg aftur.

Allan Simonsen rósti báðum liðunum fyri teirra avrik, men hann helt eisini, at sigurin hjá klaksvíkingum var uppiborin:

? Tað var heilt greitt, at KÍ hevði eitt betri lið. Verjuspælið hjá teimum var væl skipað, og teir megnaðu betri enn B36 at koma ígjøgnum í síðunum. Stóri trupulleikin hjá B36 var, at nógv av teirra álopsspæli endaði frammanfyri brotsteigin hjá KÍ, og so kundi ikki so nógv spyrjast burturúr, sum tað kundi havt gjørt, um teir høvdu megnað at spælt seg ígjøgnum í síðunum og so lagt innfyri.