Allan Simonsen ímóti Danmark

Luksemborg og Danmark endaðu í sama undabólki til EM

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, skal í síni fyrstu kapping sum venjari fyri Luksemborg dystast við heimlandið hjá sær.
EM lutakastið í gjár hevði við sær, at Danmark og Luksemborg endaðu í sama bólki. Afturat teimum eru Rumenia, Noreg og Bosnia-Herzogovina í bólkinum.