Allan Simonsen limur í ?Hall of Fame?

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, tann 55 ára gamli Allan Simonsen fekk ein stórfingnan heiður í kvøld, sum fáum er unt. Saman við 86 ára gamla Carl Aage Præst, varð Allan Simonsen tikin uppí ?Hall of Fame?, sum bert er unt teimum fáu og serligu innan fótbóltin í Danmark. Carl Aage Præst varð yrkisspælari í Italia, og vann OL-bronsu fyri Danmark í 1948. Allan Simonsen gjørdi veruliga vart við seg í týska felagnum, Borussia Mönchengladbach og katalanska stórfelagnum, FC Barcelona í 1970-árunum og 1980-árunum. Allan Simonsen gjørdist ?Ársins spælari? í Evropa í 1977. Hann er einasti dani, sum hevur fingið hendan heiður. Allan Simonsen varð eisini við til at spæla Danmark í tað fyrsta endaspælið í nýggjari tíð, tá Danmark spældi seg til EM-endaspælið í 1984. Allan Simonsen spældi 55 landsdystir fyri Danmark.

So tað varð also ikki harra hvør sum helst, sum var føroyskur landsliðsvenjari í 4 undankappingum, báðumegin aldarskiftið. Umframt Allan Simonsen og Carl Aage Præst, so eru Michael Laudrup, og evropameistarnir frá 1992, eisini partur av tí danska ?Hall of Fame?.