? Enn eru ongar ábendingar yvirhøvur um, at partarnir eru til reiðar at taka samráðingarnar uppaftur.
? Og fyrrenn vit fáa eina beinleiðis áheitan, fáa vit onki gjørt.
Enn sita teir báðir, sum skuldi royna at finna semju í trætuni ímillum Lærarafelagið og fíggjarmálastýrið bara og bíða.
Síðani samráðingarnar slitnaðu, hava teir báðir semingsmenninir, Allan Skaalum og Rúni Heinesen, ikki gjørt nakrar royndir at fáa lærararnar og fíggjarmálastýrið til samráðingarborðið.
? Vit kunnu ikki taka semingsroyndirnar uppaftur, fyrrenn partarnir beinleiðis heita á okkum um at gera tað, sigur Allan Skaalum.
Hann sigur, at teir eru ikki semingsmenn hjá semingsstovninum og tí kunnu teir ikki taka arbeiðið uppaftur, fyrrenn teir fáa eina beinleiðis áheitan.
? Vit kunnu ikki fara til arbeiðis, uttan at arbeiðsgevarin, Lærarafelagið og fíggjarmálastýrið biðja okkum um tað, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at sum støðan er í løtuni, er onki, sum bendir á, at boð verður eftir teimum í bræði.
? Partarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum.
? Øðrumegin stendur fíggjarmálastýrið við einum aðalmáli um ikki at víkja frá einum ávísum fíggjarligum karmi.
? Og hinumegin standa so lærararnir við einum aðalmáli um, at nýggja fólkaskúlalógin áleggur teimum eitt stórt, eyka arbeiði, sum teir mugu fáa tíð til at gera. Tí mugu fleiri lærarar setast. Og tað kostar pening útyvir teir karmar, sum fíggjarmálastýrið arbeiðir innanfyri.
Og Allan Skaalum heldur, at fyribils tykist tað ikki, sum um partarnir hava nakað sum helst at tosa um.
Men hann viðgongur, at tað kom eitt sindur óvart á hann, at báðir partar skuldu vraka semingsuppskotið.
? Vit hildu okkum hava funnið eina millumloysn, sum gav báðum pørtum eitt sindur í part.
Somuleiðis settu vit í semjuna nakrar grundgevingar fyri, hví hesar samráðingarnar eru heilt serligar og ikki kunnu samanberast við aðrar samráðingar, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum.
? Uppá ein máta, raktu vit eina javnvág. Men hendan javnvágin vísti seg tíverri at vera undir vatnskorpuni, sigur semingsmaðurin.
Hann heldur, at sum støðan er, verður tað ikki løtuverk at fáa semju ímillum partarnar, so enn eru ongi útlit fyri, at læraranir fara aftur til arbeiðis.
? Hóast semingsroyndirnar skuldu byrja skjótt aftur, hevði tað helst tikið fleiri dagar at komu til eina semju, heldur hann
Annar semingsmaðurin í Semingsstovninum, John Rajani væntar ikki, at semingsroyndirnar høvdu verið øðrvísi um tað var stovnurin, sum stóð fyri teimum.
? Aðrir semingsmenn arbeiða ofta eftir lógini, hóast teir ikki formliga eru bundnir at henni, eins og semingsstovnurin er.
? Semingsstovnurin kann útseta eitt verkfall eina viku, men aftaná tað, kunnu partarnir leggja arbeiðið niður, nær tað skal vera. Og er ongin møguleiki fyri semju, so er onki at gera.
? John Rajani sigur, tó at semingsmenninir kunnu taka semingsroyndirnar uppaftur, uttan beinleiðis at vera bidnir um tað.
? Tað kann vera eftir eini ábending í fjølmiðlunum, ella tí at aðrar ábendingar gera, at semingsmenninir halda, at tað er vert at royna aftur, sigur hann.