Allan Norðberg hevur longt sáttmálan við Val

Valur fekk føroyski vongin í sín hóp í 2023

Íslendska stórfelagið, Valur hevur í dag gleðiboð til síni mongu viðhaldsfólk.

 

Dugnaligi vongurin og sterki verjuleikarin hjá hondbóltsliði felagsins, Allan Norðberg hevur longt sáttmálan við høvuðsstaðarfelagið til kappingarlok í 2027.

 

Allan kom úr KA Akureyri til Val í 2023, og í fjør var hann við til at vinna íslendsku steypakappingini, og søguliga sigurin í European Cup, har Valur gjørdist fyrsta íslendska liðið at vinna eina evropeiska kapping fyri felagslið.

 

Umframt Allan er Bjarni í Selvindi eisini partur av hópinum hjá Vali. Bjarni hevur verið Vali góður hetta kappingári við nógvum málum.