Í Íslandi vóru fimm føroyskir spælarar á vøllinum, tá IA av Akranesi og Leiftur spældu fyrsta landskappingardystin á árinum.
Dysturin, sum varð spældur hósdagin, endaði við 1-0 sigri til Akranes.
Á liðnum hjá Leiftur vóru Jens Martin Knudsen, Jens Erik Rasmussen, Sámal Joensen og John Petersen.
Uni Arge var í álopinum hjá Akranesi, og hann spældi sera væl. Hann legði upp til málið hjá sínum liði, og hann hevði tvær góðar royndir, sum Jens Martin Knudsen bjargaði. Men Uni mátti av vøllinum beint fyri hálvleik eftir ein samanbrest við ein mótspælara.
Hava bóltin meira
Í seinna hálvleiki hevði John Petersen, sum spældi sín fyrsta dyst í íslendskum fótbolti, tvær góðar royndir, men tað eydnaðist ikki Leiftri at fáa nakað mál.
Eftir dystin segði Jens Martin Knudsen við íslendskar fjølmiðlar, at hann var nøgdur við verjuspælið hjá sínum liði, men hann helt, at Leiftur skuldi arbeiða við at betra um spælið á miðvøllinum, so liðið hevði bóltin meira.
Íslendskir fjølmiðlar halda, at IA er eitt gott boð upp á meistaraskapin í ár, men teir meta tað sum eitt afturstig fyri liðið, um Uni Arge ikki kann spæla næstu vikurnar. Hann tóktist vera væl fyri í fyrsta dystinum.
Allan skoraði
Allan Mørkøre skoraði eitt av málunum, tá ÍBV spældi ímóti Fylkir. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og Allan Mørkøre skoraði málið til 1-1.
ÍBV var á odda 2-1, men teir kláraðu ikki at halda fast um leiðsluna, og fyrsti dysturin hjá teimum endaði tí við javnleiki.
Allan Mørkøre skal í ár royna seg sum áleypara hjá ÍBV, og tað hevur higartil gingið væl. ÍBV hevur annars bara spælt við einum áleypara, men nú ætla teir at hava Allan Mørkøre heilt frammi eisini.
Allan Mørkøre hevur skotið nógv mál í dystunum, sum vóru spældir undan byrjanini í landskappingini, og í Íslandi verður tað mett sum ein styrkur fyri liðið, at Allan Mørkøre nú skal spæla í álopinum.
Spælast skuldi aftur í Íslandi longu í gjárkvøldið.