Allan gevst í Fredericia

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin gevst í sessinum sum konceptmanager í FC Fredericia.

Tað vóru stór og gleðilig tíðindi fyri FC Fredericia, tá felagið fyri tveimum árum síðani setti fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran í starv. Saman við Michael Laudrup verður Allan Simonsen roknaður sum fremsti danski fótbóltsspælarin nakrantíð, og bara navn hansara í sjálvum sær var uttan iva við til at økja um fokus á felagið.

Nú hevur felagið tó boðað frá, at Allan Simonsen gevst, nú sáttmáli hansara við felagið rennur út.

- Allan hevur arbeitt seriøst við uppgávum sínum her í felagnum, og vit hava verið fegin um at hava hansara evni sum partur av umsitingini og á venjingarvøllinum, har hann hevur hjálpt venjaratoyminum, sigur Stid Pedersen, stjóri í FC Fredericia við heimasíðu felagsins.

- Tað er eftir ætlan, at Allan nú gevst í felagnum, og hann umhugsar nú, hvørjar framtíð avbjóðingar hann fer í holt við. Allan hevur verið ein framúr ambassadørur fyri FC Fredericia, og vit eru errin um, at Allan valdi at starvast í okkara felag, tá hann vendi aftur til Danmarkar fyri tveimum árum síðani, sigur Stid Pedersen.

Enn er ikki greitt, hvat Allan Simonsen nú fer at takast við. Men tað er greitt, at starvið sum konceptmanager í FC Fredericia nú verður niðurlagt.