MÓTSTØÐULIÐINI
Allan Simonsen hevur síðani leygardagin verið saman við gomlum kenningum í Cadiz í Spania. Leygardagin kom hann saman við landsliðnum hjá Luksemborg til Spania. Hann sá Føroyar tapa 6?0 ímóti Póllandi, og tað eru nógvir møguleikar hjá honum at heilsa upp á gamlar kenningar. Luksemborgska liðið býr á gistingarhúsi dygst við síðuna av, har føroyska liðið heldur til í Cadiz.
Allan Simonsen hevur framt ættarliðsskifti í Luksemborg, og hann bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Ivaleyst metir hann ikki møguleikarnar vera minni at vinna á Føroyum nú, enn frammanundan at hann var eygnavitni til eymmýkingina ímóti Póllandi.
Føroyar og Luksemborg skulu spæla í dag.
Tríggjar ferðir hevur sigurin ikki verið so langt burtur hjá Allani Simonsen. Teir hava rokkið javnleiki ímóti trimum tjóðum, sum á FIFA styrkislistanum eru væl lægri enn Føroyar. Talan er um Kap Verde (0?0), Malta (1?1) og Liktinstein (3?3). Ímóti Liktinstein var Luksemborg aftanfyri 3?0, áðrenn teir tóku seg saman og skoraðu trý mál. Tað gjørdu teir, eftir at tveir spælarar hjá Liktinstein vóru riknir av vøllinum.
Áhugavert er annars at leggja til merkis, at Luksemborg hevur fingið nýggjan fótbóltsformann. Tá ið Føroyar í 2001 vunnu tvær ferðir ímóti Luksemborg, var Paul Philipp venjari hjá Luksemborg. Tey, sum vóru á tíðindafundinum eftir dystin á Svangaskarði, munnu minnast til, hvussu upproyttur hann var um, at dysturin var spældur undir sovornum umstøðum. Nú er hesin Paul Philipp nývaldur formaður í fótbóltssambandinum hjá Luksemborg.
Pólland vinnur nógv
Pólland megnaði ikki at spæla seg í EM endaspælið í Portugal í summar. Teir endaðu aftanfyri Svøríki og Letland. Pólland luttók í HM endaspælinum í 2002, men annars hava teir ikki verið í endaspølum síðani 1986.
Nú hava teir vunnið sjey landsdystir á rað. Umframt ímóti Føroyum vunnu teir í síðstu viku 2?0 ímóti Slovenia. Tað var mikukvøldið. Ta ferðina vóru fleiri av spælarunum, sum eru í útlendskum feløgum á liðnum.
Pólland er í HM undankappingarbólki saman við Onglandi, Wales, Norðurírlandi, Eysturríki og Aserbadjan.