LANDSLIÐIÐ
Allan Joensen úr KÍ verður millum spælararnar, sum hittast fyrrapartin í dag at fyrireika seg til landsdystin ímóti Kasakstan. KÍ spælarin fekk landsliðsboð í fyrradagin, tá ið tað var greitt, at Helgi L. Petersen ikki verður førur fyri at spæla. Helgi varð skaddur í fótliðnum undir venjing í síðstu viku. Hann var ikki førur fyri at spæla ímóti B68 2. páskadag, og nú hevur hann sent avboð til landsdystirnar ímóti Kasakstan.
Allan Joensen, sum er 29 ára gamal, hevur áður spælt sjey ferðir á landsliðnum. Hann var tann 50. spælarin, sum umboðaði Føroyar eftir altjóða limaskapin í 1988. Fyrsti dysturin hjá Allani Joensen var í gjár fyri átta árum síðani. Tá taptu Føroyar á Svangaskarði 4?0 ímóti Finnlandi, og Allan var allar 90 minuttirnar á miðvøllinum, har setningurin hjá honum fyrst og fremst var at hava eyguni við Jari Litmanen.
Sjeyndi og higatil síðsti landsdysturin hjá Allani Joensen var, tá Føroyar 6. oktober í 1996 taptu 8?1 á Svangaskarði ímóti Jugoslavia. Tá var Allan Joensen eisini á miðvøllinum allar 90 minuttirnar.
Tá ið Allan í eitt stórt ár sum 21 og 22 ára gamal spældi sjey ferðir á landsliðnum, so var tað sjálvandi tí, at hann tá varð mettur at vera ein tann evnaríkasti spælarin.
Orsøkin, til at Allan ikki hevur verið á landsliðnum síðani 1996, er tann, at hann hevur verið so skaðaplágaður. Hælsinan slitnaði, og leingi sá tað út til, at Allan ikki skuldi koma fyri seg aftur sum fótbóltsspælari í fremstu røð. Hann treiskaðist fleiri ferðir, men var noyddur at geva upp at aftur. Eftir at hann hevði hildið langan steðg frá fótbóltinum, eydnaðist tað honum í fjør at koma fyri seg aftur, og í ár hevur hann verið álitið á KÍ miðvøllinum.
Fleiri miðverjar
Hóast hann á KÍ liðnum fyri tað mesta er á miðvøllinum, og hóast hann áður hevur verið á landsliðsmiðvøllinum, so er tað neyvan fyrst og fremst við miðvallarplássi í huga, at landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir KÍ spælaranum. Sannlíkið man vera størri fyri, at hann fer at fáa kjans í verjuni, har hann áður bæði hevur verið miðverji og vongverji á landsliðnum.
Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen hava verið fastir miðverjar seinasta árið. Hvørgin teirra er tøkur í dag. Pól Thorsteinsson er tøkur í dag, og tað er Hans Fróði Hansen eisini. Men dystirnir ímóti Kasakstan eru fyrst og fremst fyrireikingar dystir til EM undankappingardystirnar seinni í summar. Tann fyrsti verður í Reykjavík, og tá verða bæði Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson leikbannaðir. Teir hava báðir tvey gul kort á kontoini. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hevur stóran týdning at finna fram til nýggju samansetingina í miðverjuni. Tað er hugsandi, at bæði Hans Fróði Hansen og Allan Joensen fara at fáa møguleikan at vísa sínar dygdir, nú Kasakstan er í Føroyum.