Tveir av finalubólkunum í Prix Føroyar tónleikakappingini fara leygarkvøldið at hita upp til finaluna.
All that Rain og Tangz, sum teljast millum fremstu aktivu rockbólkarnar í landinum, fara at spæla til dans í Badmintonhøllini leygarkvøldið.
All that Rain er annað ættarlið av bólkinum Kjølar, sum var so væl umtóktur sum konsert- og dansibólkur. All that Rain hevur langt síðani vunnið sær somu støðu, og avrikið í innleiðandi umfarinum í Prix Føroyar kappingini boðar frá góðum.
Bólkarnir
All that Rain vann innleiðandi kappingina í Klaksvík, og tað gjørdu teir við bæði góðum tónleiki og góðari framførslu annars.
Tangz er fyri aðru ferð við í finaluni í Prix Føroyum, og hetta plássið vunnið teir sær við eini frálíkari framførslu í Miðvági.
Tangz hevur ikki spælt so nógv sum All that Rain seinnu árini, men bólkurin er ein rættiliga rockbólkur, sum bæði spælir sín egna tónleik og coverløg.
Sambært fyrireikarunum av konsertini fara bólkarnir báðir at finna upp á okkurt óvæntað leygarkvøldið.