Alkoholið tikið yvirhond í tinginum

Oyggjatíðindi skrivar í blaðnum mikudagin 8. mars 2000 um, at tingformaðurin Finnbogi Ísakson var ávirkaður av rúsdrekka leygardagin seinnapartin, tá tingfundur var, og at hetta við fullum tingmonnum alt ov ofta kemur fyri.

Tað kunnu vit bert taka undir við.

Eisini skrivar blaðið, at Dimmalætting fyrr hevur umrøtt hetta óskil. Men at blaðið nú tigur.

Nei blaðið tigur ikki. Tað passar, at vit hava skrivað um hetta óskil. Og upplýsast kann eisini, at annar av politikarunum, sum føldi seg raktan - og tað av røttum - umvegis lat ábyrgdarblaðstjóran á Dimmallætting vita, at hetta vóru grovar skuldsetingar, sum kravdu aftursvar.

Men higartil er einki aftursvar komið frá hesum sama. Og nú eru nógvir mánaðir gingnir, síðani tær reglur vóru skrivaðar.

Orsøkin til, at Dimmalætting ikki hevur skrivað um fulla tingformannin leygardagin 4. mars 2000 kl. 13.30, er, at tá tíðindini frættust, var undirritaða á veg í tingið fyri við egnum eygum at síggja, hvussu skilið var, men eg var ov sein. Náddi ikki at síggja sjón fyri søgn. Tí sera skjótt varð gjørt av henda seinnapartin, hóast tað ikki vóru mong, sum skiltu, hvat tingformaðurin segði.

Tingfundurin er tó festur á band, um nakar ivast.

Og fyri ikki bara at skriva frá tí, sum onnur høvdu at fortelja, hvat tey upplivdu í tinginum henda seinnapartin, valdu vit at bíða.

Tó eitt skal vera heilt vist:

Teir tinglimir, sum vóru vitni til tað, sum fór fram frá tingsins røðarapalli leygardagin, kunnu ikki vera stórt frægari enn tingformaðurin, við at halda hondina yvir politiskan fólkavaldan starvsfelaga, sum hevur trupulleikar við alkoholi. Tinglimir eru til arbeiðis, tá tingið er saman, og tá má minsta krav vera, at teir eru appelsinfríir.

Í landsstýrinum sigast tey hava ein alkoholpolitikk. Har eru fólk uppsøgd, sum ikki hava stýr á hesum sterka drykki.

Tórshavnar býráð hevur eisini ein alkoholpolitikk við tilboð um viðgerð.

Tað hava øll stór arbeiðspláss.

Hvat við løgtinginum, sum skal eitast fyri bæði at hava skil á lógarsmíði, og hvussu onnur skulu bera seg at!

Og hví marsjeraðu ikki bara allir tingmenn- og kvinnur út, tá tey sóu, hvussu skilið var á tingformanninum henda dagin?Hvar var tigin?

Onkur mátti verið so frægur, at hann tók mannin til viks, so hann ikki gjørdi sær sjálvum og landi okkara fyri skommum frá tingsins røðarapalli!!!

Og hvør tinglimur er so mikið at sær komin, at hann vil koma alment fram og bart út siga, at vit finna okkum ikki í at hava fullar tinglimir inn í salinum!

Hendingin leygardagin var ikki naka eindømi. Í nógv ár hevur alkohol verið ein trupulleiki í løgtinginum.

Og tá tað er her, at landsins lógir verða smíðaðar, ber ikki til, at hetta verður gjørt við góðari kenning!

Vit taka fult undir við tí, sum Oyggjatíðindi skrivar um henda trupulleikar í blaðnum í gjár.

Tað er heldur ikki nøkur loyna, at føroysk tíðindafólk fyri langari tíð síðani hava tosað saman um, hvussu vit skulu bera boðskapin um rúsávirkaðar politikkarar víðari til almenningin í staðin fyri at tiga trupulleikan í hel.

Men nú er so hol sett á.


Beate L. Samuelsen

ábyrgdarblaðstjóri

Dimmalætting