Verður koyrirætturin frádømdur einum persóni treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi eftir 1. januar 2007, taka koyrifrálæruna av nýggjum, taka alkahol- og ferðsluskeið og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd, áðrenn hann fær koyrikortið aftur.
Fyri rúsdrekkakoyring verður tann revsaður, sum koyrir tá alkoholstyrkin í blóðinum fer upp um 0,8 promillu. Fyri promillukoyring verður tann revsaður sum koyrir, tá alkoholstyrkin í blóðinum fer upp um 0,5 promillu.
Ongum er loyvt at stýra ella royna at stýra einum akfari, sum er so mikið ávirkaður av rúsdrekka, at hann ikki er førur fyri á tryggan hátt at koyra akfarið. Viðkomandi kann verða ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Kelda: www.koyrilararin.fo









