Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sigur seg ikki megna at fylgja við, tá ið stjórin í Landsbankanum herfyri gav til kennar, at hann ikki roknaði við, at kreppan í alivinnuni fór at síggjast aftur í lívinum hjá vanliga føroyinginum.
-Tað stendur púra greitt, at millum ein hálv og ein heil milliard kr. eru
mistar í alivinnuni, og tað stendur líka so klárt, at tað fær avleiðingar
fyri alt og øll í samfelagnum. Kreppan í alivinnuni fær sjálvandi fyrst og
fremst fíggjarligar avleiðingar fyri alararnar sjálvar, fyri fóðurframleiðararnar og fyri peningastovnarnar, men um vit missa 20-25% av útflutninginum, so fær tað sjálvandi avleiðingar fyri okkum øll, og tá mugu tey roknast at vera uppi í, sum í almenna kjakinum so ofta verða nevnd vanligir føroyingar. Tað eru vit øll.
Hetta sigur Føroya Banka stjórin vera óreingiligan veruleika, og hann undrast yvir, hvussu politiska skipanin hevur taklað ella rættari ikki taklað óhepnu støðuna.
? Tey tiltøk, sum higartil eru framd, hava ikki boðað frá, at trupulleikarnir hava verið tiknir í tí álvara, sum teir eiga at hava havt tað uppiborið. Mær kemur tað fyri sum um, at tá ið Titanic var um at søkka, at síðsta orkan varð brúkt til at seta stólarnar á sóldekkinum upp á pláss.
Vinningsbýti
Bankastjórin vísir á, at Føroya Banki seinastu 5-6 árini í miðal hevur
goldið góðar 100 mill. kr. um árið til landsstýrið í vinningsbýti. Tað
svarar til umleið 6.000 kr. fyri hvørt húski.
- Og verður hetta vinningsbýtið til landið minni orsakað av eitt nú ringu
úrslitunum í alivinnuni, so kemur tað sjálvsagt at raka øll so ella so.
Tá vit spyrja bankastjóran, hvussu útlitini eru fyri at gjalda landinum eins stórt vinningsbýti fyri 2003 sum undanfarin ár hevur hann lítlan hug at svara men viðgongur so kortini, at tíðirnar eru nógv broyttar:
- Roknskapurin - og harvið eisini útbýtið - fyri í fjør fer at verða
tengdur at teimum sera stóru tapunum í alivinnuni. Landsstýrið fer tí at fáa eina tilsvarandi minni inntøku frá bankanum, og um landskassan verða tapini í alivinnuni á henda hátt flutt víðari til borgararnar. Um landsstýrið ikki vil brúka av sínum likviditeti, so má man antin taka meira inn í skatti ella má man gjalda minni út í t.d. fólkapensión.
Ov seint
Nógv hevur verið tosað um at lata upp fyri útlendskum kapitali og íløgum fyri at bjarga alivinnuni, men Føroya Banka-stjórin metir, at tað kann vísa seg at vera ov seint.
- Oftani vísir tað seg, at politikararnir ikki vilja lesa skriftina á
vegginum, fyrr enn teir standa við rygginum móti vegginum.
- Men hava fíggingarstovnarnir sjálvir gjørt nokk fyri at gera vart við
álvarssomu støðuna í alivinnuni?
Jørn Astrup Hansen: -Tað er væl ikki okkara uppgáva at greiða myndugleikunum frá, hvussu gongur í alivinnuni. Men politikararnir hava ikki lyndi til at hoyra okkum. Annars er okkara fatan tann, at vit hava tosað fyri deyvum oyrum, tá vit hava verið talsmenn fyri, at myndugleikarnir áttu at havt medvirkað til at skapt betri karmar fyri alivinnuna. Vit hava leingi mælt til, at alararnir fingu møguleika at geva pant í loyvunum. Tað hava politikararnir sum við ein munn víst aftur. Tað er keðiligt at skula fara við landsstýrinum í rættin, men tað gjørdu vit kortini, og vit fingu viðhald í, at loyvini kunnu pantsetast. Men tað er alt sera seint nú. Vit eru í ferð við at lata einum søkkandi skipi bjargingarbátar.
-Er tað veruliga ov seint at koma alivinnuni til hjálpar?
-Tað kann tað væl vera. Í 2002 var útflutningurin av laksi og sílum 23% av samlaða útflutninginum. Hann kann lættliga vera heilt horvin í 2006.
Orsøkir til alikreppu
Spurdur hvat myndugleikarnir kundu havt gjørt øðrvísi í alivinnuni svarar bankastjórin:
- Vit kunnu sjálvandi einki gera við prísirnar á heimsmarknaðinum men tosa vit um, hvat politikarnir kundu havt gjørt øðrvísi, so áttu teir fyri
langari tíð síðani at ásett nærri reglur fyri raksturin av alibrúkum og fyri
niðurberjing av sjúkum í fiskinum.
Og Astrup heldur fram: - Er tað ikki so, at politikararnir eru trekir ella
ikki vilja seta tær neyðugu treytirnar? Kann man hugsa sær, tá vit hava
fingið trupulleikar við sjúku, at tað kemst av, at tað hava verið ov fáar
restriktiónir á firðunum? At tað ganga ov nógvir fiskar í firðunum? Hevur landsstýrið nakrantíð havt restriktiónir fyri troytan av firðunum? Ja, men ikki fyrr enn nú, og nú er tað seint - sera seint.
Landsstýrið sigur, at tað vil ikki geva ávirkanina frá sær til
peningastovnarnar, ið ikki skulu sita sum panthavarar og bestemma yvir
loyvunum.
- Eg spyrji meg sjálvan, um tað ikki hevði verið ein betri loysn, enn um
politikararnir sótu og gjørdu tað! Annars er tað jú als ikki talan um, at
peningastovnarnir ynskja at bestemma yvir loyvunum. Tað eru myndugleikarnir - ikki peningastovnarnir - sum áseta treytirnar í loyvunum. Peningastovnarnir ynskja aleina at hava møguleika fyri at kunna selja víðari eitt alibrúk, sum er farið á húsagang, saman við loyvinum.
-Og so skal man jú líka minnast til, at peningastovnarnir sambart banka- og sparikassalógini als ikki mugu reka annað virksemi enn júst
peningastovnsvirksemi, heldur ikki alivirksemi. Sum panthavarar vilja
peningarstovnarnir verða noyddir til so skjótt sum til ber at selja víðari
eitt yvirtikið alibrúk til ein nýggjan alara - sum landsstýrið væl at merkja
skal góðkenna. So, hvat er tá trupulleikin?
-Vit mugu síggja burtur frá uttanumtosinum. Skal tað framvegis bera alivinnuni til at útvega fígging, so mugu lániveitararnir kunna tryggja sær, at loyvið er ein partur av lánigrundarlagnum. Og tað tryggjar man sær nettup gjøgnum panti. Undir galdandi lóg og við núverandi praksis fyri umsiting av aliloyvunum er tað heilt einfalt óforsvarligt at seta stórar kredittir til alararnar at ráða yvir. So einfalt er tað. Lærupeningurin hjá peningastovunum av alivinnuni í 2003 fer heilt givið at kasta langar skuggar.
Hongur ikki saman
Bjargingin hevur verið søgd at vera útlendskur kapitalur í alivinnuni. Jørn Astrup Hansen sigur hetta, tá ið vit spyrja hann, um hann heldur, at linking í avmarkingum fyri útlendskan kapital fer at vera hjálpin hjá alivinnuni:
-Í løtuni er tað rættuliga torført at finna íleggjarar til føroyska alivinnu. Bæði føroyingar og útlendingar. Men eitt mugu politikararnir gera sær greitt. Tað er eingin hjálp í bara at hækka markið fyri útlendskum ognarrætti úr 33 upp í 49%. Um vit frammanundan taka møguleikan frá útlendskum íleggjarum at eiga meirilutan, so er næstan staðfest, at teir eru ikki heilt so vælkomnir. Vit taka fegnir ímóti pengunum, men vit vilja ikki, at ávirkan skal fylgja við kapitalinnskotinum. Hetta ber ikki til. Vit taka ikki ímóti eini innbjóðing, um vit vita, at verturin hevur bygt upp barrikadur í durunum.
-Annars er tað heldur ikki so sjálvsagt, at tað skuldi verið neyðugt við
einum lofti fyri útlendskum eigaraskapi. Um man vil avmarka møguleikarnar og rásarúmið hjá alarunum, so eiga avmarkingarnar at liggja í loyvistreytunum - ikki í eigaraskapinum. Og at tað skuldi verið neyðugt at sett onnur og strangari krøv til útlendsku partaeigararnar enn teir føroysku partaeigararnar, er væl ikki upplagt.
- Loftið fyri útlendskum eigaraskapi er annars tað reina galimatias. Lat
okkum siga, at eitt alibrúk hevur tveir partaeigarar. Ein útlending (U) við
49% av partapeninginum og ein føroying (F) við 51%. Nú fer felagið á
húsagang. U ynskir, at tað verður skotin nýggjur kapitalur í felagið, men F hevur ikki møguleika fyri tí ella er ikki hugaður fyri at vera við í
kapitalvíðkanini. Tað ber ikki til. Ikki bara fyri U, sum tað ikki ber til hjá einsamallur at seta meiri pengar í felagið, tí harvið fer hann at eiga meiriluta av partapeninginum, men eisini fyri lániveitararnar hjá alivinnan. Soleiðis, sum tingini nú eru skrúvað saman, er loysnin tann, at norðmaðurin verður broyttur til ein føroyskan strámann. Bara politikararnir lata sum um, at teir ikki skilja tað. Fyri tann reina er alt reint.