Álitismaður heldur fram

B68 hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við 37 ára gamlan miðvallara

Jann Ingi Peterssen saman við B68 venjaranum Øssuri Hansen

Á Svangaskarði fyrireika teir seg til nýggja kappingarárið, tá ið málið verður at varðveita plássið í bestu deildini og taka seg longri frá niðurflytingarstrikuni. Í ár vann B68 25 stig og endaði á áttanda plássi – níggju stig frá niðurflytingarplássi.

 

Ein av teimum, sum átti stóran leiklut, tá ið jann fram ímóti summarsteðginum var komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, var Jann Ingi Petersen.

 

37 ára gamli miðvallarveteranurin var verjukendur miðvallari og spælskipari, og nú boðar B68 frá, at Jann Ingi og B68 hava skrivað undir uppá, at samstarvið fer at fevna um í hvussu so er eitt ár aftrat.

 

Jann Ingi Peteresen spældi sambært faroesoccer.com fyrstu ferð í bestu deildini í ár 2000, og hann hevur higartil spælt 253 landskappingardystir í fremstu røð, 49 dystir í kappingini um løgmanssteypið, ein stórsteypadyst og 12 ferðir í europeiskum fótbólti.

 

Jann Ingi Peterssen saman við B68 venjaranum Øssuri Hansen