Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar, sigur, at arbeiðið at leggja ein tóman aliring við nót út á Sandsvág ætlandi byrjar hin 10. november - ella um nakrar fáar dagar.
- Gongur alt, sum ætlað, hava vit hin 10. november fingið neyðuga loyvi frá Landsverki. Sands kommuna hevur sagt ja og tað, sum Landsverk nú fer at gera, er at broyta vitan ytst á pierinum við havnalagið á Sandi.
Stjórin vísir á, at siglingarleiðin hjá Sildberanum liggur á leiðini, har aliringurin ætlandi kemur at liggja, og tí verður hvíti sektorurin á vitanum nakað broyttur, og grøni sektorurin verður nakað breiðari.
- Hetta skal alt vera komið upp á pláss hin 10. november, og um viðrar verður tá farið í holt við at leggja aliringin út.
Herfyri var lastbilur á Sandi við søkkum og ketum, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at hóast talan bert verður um tann eina royndarringin, skal hesin fortoyast líka so væl, sum um talan var um fleiri ringar - ella allar vegir, sum hann tekur til.
- Aliringurin, sum verður lagdur út við nót, men ongum fiski, er 120 metrar í ummál. Hetta er ein vanligur aliringur, sum vit áður hava brúkt. Vit hava bílagt seks ringar til aling á Sandsvág, men hetta eru uppaftur størri og sterkari ringar.
Stjórin í Marine Harvest Føroyar sigur, at meðan royndarringurin liggur úti, verður aldan mátað, eins og Fiskaaling fer at seta sensorar á nótina, sum fara at vísa, hvussu nótin livir í sjónum.
- Í tíðarskeiðnum, sum royndin verður gjørd, verður ringurin eisini eygleiddur frá yvirflatuni, helst við kamera av landi.
Hann sigur, at ringurin verður lagdur eystarlaga á Sandsvág, har minsta dýpið er 25 metrar, og ytra dýpið er nakað størri.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at enn hevur felagið ikki fingið loyvi til at seta smolt út á Sandsvág, men ganga royndirnar sum vónað, er málið hjá felagnum at seta fisk út til várs, helst í mars/ apríl.