Aling í Suðuroy
? Vit skilja púa onki, men vit kunnu ikki bíða nógvar dagar afturat.
Tað sigur Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming, sum er felagið, sum ætlaði at endurreisa alingina í Suðuroy.
Hann sigur, at teir fingu at vita, at tað var ongin trupulleiki at flyta aliloyvi yvir til nýggja felagið, tí tað var ikki annað enn ein umsitingarligur spurningur.
?Er talan um ein umsitingarligan spurning, skilja vit ikki, hví landsstýrismaðurin ikki vil umsita, tí hetta kundi verið avgreitt langt síðani, sigur Erhard Joensen.
Hann sigur, at treytin fyri at nýggja felagið kann yvirtaka alingina, er sjálvsagt, at aliloyvið kundi flytast yvir til nýggja felagið.
? Og verður aliloyvið ikki flutt, er avtalan um at yvirtaka alingina sostatt eisini burturdottin.
Nú eru teir so í teirri støðu, at teir fara ikki at bíða nógvar dagar afturat, tí hendir onki fyrsta dagin, fara tey at viðgerða støðuna.
Tað eru fimm feløg í Faroe Farming. Sjálvir hava suðuroyingar stovnað Suðurlaks, sum er eitt av teimum fimm feløgunum.
?Verður ein avgerð ikki tikin ein av fyrstu døgunum, fer í hvussu so er Suðurlaks at viðgerða støðuna.
? Tà mugu vit taka støðu til, um vit noyðast at taka okkum úr, ella um vit eru sinnað at bíðað til í vár eftir einum møguligum loyvi.
Samstundis leggur hann dent á, at ongin støða er tikin til, hvat verður gjørt, kemur ikki játtandi svar frá Vinnumálaráðnum fyrsta dagin.
? Men tað sigur seg sjálvt, at íløgan er so mikið stór, at tað fer ikki at bera til at bíða til í vár eftir eini avgerð.
?Serliga tá ið vit ikki vita, hvør avgerðin verður. Politikkur er soleiðis háttaður, at har er ongin trygd fyri nøkrum, sigur stjórin í Faroe Farming.
Ta´ber heldur ikki til at fóðra smoltið á fjørðinum í tað óndaliga, uttan at vita, hvar vit flóta.
Tí heldur hann, at Bjarni Djurholm má taka eina avgerð ein av allarfyrstu døgunum.
? Vit hava bíðað í tríggjar vikur og vit kunnu ikki bíða nógvar dagar afturat. Vit eru sera ótolnir eftir einum svari nú, leggur hann afturat.
Hann dugir ikki at síggja, at hetta skal vera eitt so trupult mál, tí aliloyvi eru oftani flutt ímillum feløg
? Nú aftaná, kunnu vit bara iðra okkum um, at vit ikki syrgdu fyri at fáa aliloyvið upp á pláss, áðrenn vit brúktu so nógva tíð uppá at fáa felagið á føtur, sigur Erhard Joensen.