Fiskaaling og felagið Tari samstarva um fleiri granskingarverkætlanir, ið hava til endamáls at menna taraaling í Føroyum. Samstarvið skapar millum annað eitt breiðari grundarlag fyri luttøku í altjóða granskingarverkætlanum.
- Saman hava vit týdningarmiklar granskaraførleikar innan marina økið, og harvið kunnu vit bjóða okkum fram sum vinnuligan partnara, ið ofta kann vera ein fyrimunur, og onkuntíð eitt krav.
Tað veit Fiskaaling at siga í dag.
- Tíðliga í vár var Tari við í einum evropeiskum verkætlanarumsóknararbeiði, og verkætlanin SMARTAlgae (Sustainably produced marine integrated biorefinery products from algae) varð 12. februar í ár latin Horizon 2020 granskingarskránni hjá ES.
Fiskaaling vísir á, at SMARTAlgae netverkið er samansett av níggju evropeiskum partnaralondum, og er eitt av Shannon Applied Biotechnology Centre, Limerick Institute of Technology í Írlandi.
- Endamálið við SMARTAlgae er at samantvinna framsóknar fyritøkur og leiðandi granskarar innan alguøkið í eina vinnugrundaða verkætlan.
Lagt verður aftrat, at ætlanin er at menna eina bioraffineringsskipan, sum á ein skynsaman og umhvørvisvinarligan hátt kann taka hávirðisúrdráttir úr algusløgum (tara og plantuæti).
- Avgerandi fyri skipanina er, at úrdráttirnir verða tiknir óskalaðir úr rávøruni, soleiðis at teir kunnu seljast sum hávirðisúrdráttir. Um til dømis lívvirkin evni verða tikin úr rávøruni, má framferðarhátturin vera so, at úrdrátturin eisini er lívvirkin.
Leikluturin hjá Fiskaaling í SMARTAlgae er at ala hágóðskutara til víðari virking.
- Verkætlanin ”Frá spora til borðisk”, sum er í gongd við fígging úr Granskingarráðnum, er ein undangongu verkætlan, har vitanargrundarlagið fyri at skilja, hvussu umhvørvið ávirkar vøkstur, úrtøku og góðsku av aldum tara verður ment.
Á Fiskaaling siga tey, at vitanin úr ”Frá spora til borðisk” kann brúkast beinleiðis í SMARTAlgae til at ala hágóðskutara.