Alina til Stjørnuna

Fyrrverandi stórskjúttin og verjuálitið hjá StÍF fer nú til Klaksvíkar, har Stjørnan tekur ímóti

Hondbóltur

Ein hin sjónligasta broytingin á kvinnuliðnum hjá StÍF, sum hesar seinastu vikurnar tykist hava mist takið í heiðursmerkjastríðnum, er, at Alina Olaru ikki longur er partur av liðnum.
Her hevur hon annars verið fastur fúsur síðani 2001, og einki er at taka seg aftur í, at hon her hevur verið teimum ein góður stuðul. Bæði í álopsspælinum, har hon aloftast hevur verið at finna millum fremstu málskjúttarnar, og ikki minst í verjuspælinum, har hon hevur átt sera týðandi leiklut.
Onkursvegna er tó vátt komið í reiðrið millum hana og felagið, og síðani StÍF tann 2. november vann útidystin móti Søljuni, hevur Alina als ikki verið á liðnum hjá StÍF.
Og tað verður hon so heldur ikki aftur hetta kappingarárið skilst. Norðlýsið skrivaði á netinum týsdagin, at Stjørnan og Alina nú hava gjørt avtalu fyri restina av kappingarárinum.
Og tað er einki at ivast í, at tey í Klaksvík rokna við, at talan er um góðan fong hjá teimum.
Við Norðlýsið sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, at tey við hesum rokna við at hava fingið ein góðan styrk í bæði álops- og verjuspæli, og at hon tí fer at hóska væl inn á liðið.
Fyri blaðnum váttar Kristoffur eisini, at alt pappírsarbeiðið mótvegis StÍF er avgreitt, at tað nú bert verður bíðað eftir, at arbeiðsloyvini hjá leikaranum eru komin í rættlag. Og at hon verður tøk hjá felagnum, tá hetta er komið.

Kann kanska framskundast
Spurningurin er so, hvørt tað ber til hjá Stjørnuni at framskunda viðgerðina av hesum, og á tann hátt fáa leikaran tøkan sum skjótast. Og í hesum sambandi er eisni áhugavert at vita, í hvønn mun úttalilsini frá Høgna Hoydal her í leygardagsblaðnum eru galdandi her og nú.
Tá segði landsstýrismaðurin, at hóast arbeiðsloyvið ikki endaliga var komið í rættlag, so var eingin forðing fyri, at útlendskur leikari kann spæla dyst. So um Stjørnan er áhuga í at lata Alinu arbeiða aðra staðni, inn til nýtt arbeiðsloyvi er í lagi, so er helst eingin forðing fyri, at hon kann vera partur av liðnum longu komandi vikuskifti, tá útidystur móti Neistanum er á skránni.