Alilaksurin kastar enn meiri av sær

Virðið á útflutninginum av alilaksi var fyrstu fimm mánaðirnar í ár næstan eina helvt størri enn somu tíð í fjør

Seinastu útflutningstølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at tað hevur gingið serstakliga væl við útflutninginum av alilaksi fyrsta partin av 2016.

Nýggj uppgerð vísir, at fyrstu fimm mánaðirnar í ár útfluttu Føroyar 28.014 tons av alilaksi. Hetta var ein vøkstur á 35 prosent.

Alifyritøkurnar fáa eisini meira fyri útflutta laksin, tí samstundis sum nøgdirnar vuksu við einum stórum triðing, vaks virðið á útflutningin við 45 prosentum.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hevði útflutingurin av alilaksi virði á 1,4 milliardir krónur afturímóti 974 milliónir krónur í fjør.