Alifelag fjórðings milliard í yvirskoti

Ársroknskapurin hjá Marin Harvest Faroes, sum hevði aðalfund fríggjadagin, vísti eitt úrslit upp á 256 milliónir krónur eftir skatt.

 

Tað er besta úrslit, sum felagið hevur havt, sum tað var stovnað. Eginogn felagsins er nú 490 milliónir krónur.

 

– Fyri roknskaparárið 2016 rindar Marine Harvest 47 milliónir krónur í skatti, umframt at felagið hevur goldið kryvjigjald á 24 milliónir krónur. Tilsamans er skatturin 71 milliónir krónur fyri 2016, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

 

Tøki peningurin hjá felagnum er 287 milliónir krónur. Tøkunøgdin var 10.893 tons.

 

Marine Harvest hevur í 2016 gjørt íløgu fyri 100 milliónir krónur í størri smoltstøð á Hellunum, har møguligt verður at framleiða 700 gram smolt. Støðin verður tikin í nýtslu í juli í ár.

 

Felagið hevur tvey økir at ala á. Annað er á Oyndarfirði og hitt í Sundalagnum Norður. Umframt tað hevur felagið arbeitt við at ment aliøkið á Sandsvág. Laksur var settur í tveir ringar í fjør, men royndin miseydnaðist í illveðrinum á jólum, tí laksurin ikki toldi áhaldandi høga aldu og hart rák.

 

– Felagið hevur avgjørt at fara í gongd at ala aftur á Sandsvág og verður gjørt klárt til tað í summar. Ætlanin er at seta 1 kgs fisk út í tveir ringar í mars í 2018, skrivar Marine Harvest Faroes.