Ali- og fiskivinnan skulu rinda meira

Samgongan ynskir at krevja 135 milliónir krónur aftrat í gjøldum frá høvuðsvinnunum.

Landsstýrið boðaði fyrr í dag frá, at samgongan fer at veita lág- og meðalløntum ein skattalætta á 150 milliónir krónur. Onkur skal tó gjalda fyri lættan, og nógv bendir á, tað eru høvuðsvinnunnar, ali- og fiskivinnan, ið sita eftir við rokningini.


Samgongan væntar nevniliga 135 milliónir krónur aftrat í avgjøldum frá høvuðsvinnunum.


- Alivinnan og fiskivinnan hava havt ein óalmindiliga stórt yvirskot, og vit halda ikki, at tað er órímiligt, at tey rinda meira, segði løgmaður, Aksel V. Johannesen, á tíðindafundinum í morgun.


Sum nú er, so rindar alivinnan, gjøgnum eykapartafelagskatt og tøkugjald, 40 milliónir krónur um árið. Tað talið skal hækkast upp í 108 milliónir um árið í 2016, sambært teimum broytingunum, ið samgongan ynskir at fremja.


Tað verður gjørt við at strika eykapartafelagsskattin, men hækka tøkugjaldið, soleiðis at alifyritøkur rinda fimm prosent av virðinum av laksinum, tá hann verður tikin. Í løtuni er tað gjaldið 0,5 prosent.


Hædd er tó tikin fyri, at um virðið á alilaksi lækkar, so kann tøkugjaldið lækka á 2,5 prosent og 0,5 prosent.


Harumframt upplýsti løgmaður, at samgongan hevur sett sær fyri, at royndarkoyra eina uppboðssølu í 2016. Ætlanin er at selja 15 prosent av uppsjóvarfiskinum og 15 prosent av kvotuni í Barentshavinum.


Við hesi uppboðssøluni væntar landsstýrið, at inntøkurnar frá fiskivinnuni hækkar úr 111 milliónir til 178 milliónir.