Ali babba og 49 aðrar blaðgreinir

Soleiðis er heitið á bók, sum Høgni Mohr hevur givið út. Bókin inniheldur 50 blaðgreinir, sum Høgni Mohr hevur skrivað á leitið prentað í ávíkavist Dimmalætting og Vinnuvitan tey bæði seinnu árini.
Talan er í fyrsta lagi um greinarøðir, sum hava lýst makan hjá nøkrum av teimum, ið standa aftan fyri fleiri almennar persónar í Føroyum. Hartil eru eisini persónsmyndir av fleiri teirra, sum virka í fremstu røð í føroyskum vinnulívi.
Høgni Mohr er útlærdur maskinsmiður. Hann hevur HF-prógv, og las eitt skifti útflutningstøkni í Keypkannahavn. Tað er tó sum greinasmiður á føroysku bløðunum, at fólk kenna hann best, og eisini hevur hann umsett bókina, Askur og Embla, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í summar.
Nýggja bókin er umbrotin og prenttilgjørd á ReproZ í Havn, og kostar hon 350 kr. í bókasølunum.