Alheims heilsustovnurin: Fartelefonir kunnu elva til krabbamein

Fartelefonir og annað tráðleyst samskifti, elvir kanska til krabbamein hjá fólki. Tað kunngerð IARC, sum sum er krabbameinsdeildin hjá alheims heilsustovninum, WHO.

Fartelefonir, og onnur tráðleys samskiftistól, senda radiobylgjur, ið gera elektromagnetisk felt, sum IARC hevur illgruna um, kunnu økja um vandan fyri ávís sløg av krabbameini.

Danska kringvarpið skrivar, at hesar seinastu dagarnar hava 31 serfrøðingar hjá IARC verið á ráðstevnu í Lyon, har teir hava kannað og eftirmett tað vísindaliga tilfarið, sum er til um sambandið ímillum fartelefonir og krabbamein.

Grundarlagið undir niðurstøðuni hjá serfrøðingum um, at fartelefonir kunnu økja um vandan fyri krabbameini, er, at slíkar strálur økja um vandan fyri gliom, sum er eitt hervilig slag av krabbameini í høvdinum.

Avleiðingin av hesi niðurstøðuni kann vera, at WHO fer at kunnera nýggjar leiðreglur fyri at brúka fartelefonir.

Í hesum sambandi verður umhugsað, hvussu brúkið av fartelefonum og aðrari tráðleysu samskiftisúterð, kann avmarkast.

WHO er ikki áður komið til ta niðurstøðu, at samband er ímillum fartelefonir og krabbamein, men nú heldur heilsufelagsskapurin, at prógvini eru so mikið sannførandi, at tað er rætt at almannakunngera, at vandin kann vera til staðar.

Men tey leggja afturat, at vansin er, at tað verður ikki fyrenn vit hava havt fartelefonir í tíggjutals ár, at vit av álvara fáa greiði á, hvørjar avleiðingarnar eru, sigur DR frá serfrøðingunum.