Á ungum árum flutti hann av Eiði til Klaksvíkar í smiðjulæru á bedingini hjá Kjølbro. Seinni fór hann til Danmarkar at lesa til maskinmeistara.
Í 1952 giftist Alfred við Andreu úr Syðrugøtu.
Í 1957 fluttu tey bæði heim úr Keypmannahavn og bygdu sær hús í Saltangará.
Andrea og Alfred eiga 6 børn. Tey eru Agnar, Annvør, Atli, Allan, Ann og Anja. Tey eiga 19 ommu-og abbabørn og 7 langommu og langabbabørn.
Alfred hevur altíð verið ein sera raskur og hegniður maður. Hann hevur havt áhugaverd størv, bæði á landi og sjógvi, og nú hann eldist, er hann serstakliga góður at ráðføra seg við um mangt og hvat.
Hann dugir sera væl at greiða frá, og hittinorðaður er hann eisini.
Alfred og Andrea búgva í heimi sínum á Heiðavegi í Saltangará. Har er gott og fjálgt at støkka inn á gólvið.
Alfred er væl fyri og vitjar mangan í Bátafelagnum á Glyvrum.
Vit vilja við hesum ynskja Alfred hjartaliga tillukku við føðingardegnum og ynskja honum og konuni Guds signing.
Vegna familjuna
Ann