Alfred Olsen missir nevndarsessirnar

Alfred Olsen missir nú formanssessin í rættarnevndini og sessin í vinnunevndini, og allar tingnevndirnar skulu veljast av nýggjum. Alfred Olsen missir sessin sum formaður í rættarnevndini og harumframt missir hann eisini sessin í vinnunevndini.

Tað hevur Sambandsflokkurin gjørt av, nú tað er greitt, at allar løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum. Alfred Olsen, sum heldur fast við, at hann ikki vil vera partur av samgonguni, hevur harafturímóti fingið bjóðað ein sess sum vanligur limur í trivnaðarnevndini, skrivar heimasíðan hjá Sambandsflokkinum.

Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen sigur, at Sambandsflokkurin hevur lagt nógva orku í at fáa Alfred Olsen við aftur í samgonuna, men tá hetta ikki eydnaðist, so má tað hava sín prís.

-Harvið er málið avgreitt frá okkara síðu, og vit kunnu halda fram við arbeiðinum í samgonguni, við somu styrki sum áður, sigur Kaj Leo Johannesen við heimasíðuna.