Alexandur Kristiansen sjeyti

Skald undir Gjógvaráhamri sjeyti ár 23. apríl 2019

Situr tú undir grálittum hamri

og ritar hugflogið títt

á livandi hvítar pappírsrendur,

ið livna í lívsins ond

undan tínari hond,

sum festir seg í livandi barnaeygu

og undir vaksna manna eygnahvarm,

ið nemur við sál og likam

úr bókstava orðameingi,

ið angar undan sjeyti  ára

vøkrum randlittum,

dansandi fingraspæli

í vetrar og summarløtum

av tínum skaldakendu

hugans sjeyti ára  

livandi gøtum

við tín innasta

vakra skaldaborna

sjeyti ára  barm.

 

Eydnan og lukkan fatti teg

á tínum vakra

sjeyti ára vaðmals vevdúka

lívsvovnu rond

í ond og vond.

 

Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.

Frits, skyldmaðurin.