Alexander Wurz avloysir Mark Webber í 2007

Tað vera Alexander Wurz og Nico Rosberg, ið skulu koyra bilin hjá Williams í formil 1 koyringunum í 2007, skrivar f1.com. Royndarkoyrarin Wurz avloysir sostatt Mark Webber, ið tykist á veg til Renault.

Alexander Wurz var í sein hálvfemsunum formil 1 koyrari fyri táverandi Bennetton liðið, men varð skiftur út. Hann var síðan fýra ár royndarkoyrari fyri McLaren Mercedes, áðrenn hann í ár gjørdist royndarkoyrari hjá Williams.
Bæði Williams liðið og Alexander Wurz gleðast um nýggju avtaluna. Í síðstu viku almannakunngjørdi Williams, at frá komandi kappingarárið koyrir liðið við Toyota motorum, talan verður um somu motorar, sum Toyota liðið koyrir við
Mark Webber, ið seinastu tvey árini hevur koyrt fyri Williams, hevur Renault stjóran Flavio Briatore sum umboðsmann, og tað hevur ljóðað, at Webber verður liðfelagi við Giancarlo Fisichella í Renault komandi ár, tó er einki vátta hesum viðvíkjandi.