Tað er í sonevndu Youth League kappingini, at Alex Troleis fyri løtu síðani bríkslaði dystin millum U19 liðini hjá Manchester City og Celtic í Manchester.
Youth League kappingin er ein kapping millum ungdómslið hjá teimum liðum, sum taka lut í Champions League kappingini.
Umframt Alex Troleis eru føroyskur hjálpardómararnir Jørleif Djurhuus og Jan Hermansen eisini við til at leiða dystin.