Alex Riel/Stefan Pasborg Universe á føroyskan pall

Alex Riel og Stefan Pasborg taka okkum við sær á eina ferð - innrammað við ljóðmyndum frá Savage Rose, New Orleans street parades og Igor Stravinsky.

24. april klokken 19:30 er Norðurlandahúsið karmur um spennandi konsert.

 

Alex Riel og Stefan Pasborg taka okkum við sær á eina ferð við rútmum og samljóði, fortíð og nútíð, rokki og jassi, nærveru, improvisatión, orku og pulsi - innrammað við ljóðmyndum frá Savage Rose, New Orleans street parades og Igor Stravinsky.


Alex Riel og Annisette spældu í legendariska rokkbólkinum Savage Rose, og tískil er tað ein fragd at kunngerða hesa einastandandi samanseting, har Alex Riel og Stefan Pasborg hava bjóðað Annisette og Palle Mikkkelborg inn í teirra ”Universe”.
Annisette er legendarisk, eisini í Føroyum. Hennara rødd og nærvera á palli er nakað heilt serligt. Saman við Savage Rose hevur Annisetta ferðast kring knøttin . Palle Mikkelborg er heimskendur trompetspælari. Hann hevur vunnið fleiri tónlistavirðislønir m.a. Norðurlendsku tónlistavirðina í 2001 og fekk Ben Webster´s heiðurlønina í 2013


Alex Riel/Stefan Pasborg Universe er ein opin og spælandi heimur, umframt Annisette og Palle Mikkelborg eru Niclas Knudsen á gittar og Jeppe Tuxen á Hammond orgli.